26.04.2024 · Almanna- og mentamálaráðið

Landsstýriskvinnan í Reykjavík

Landsstýriskvinnan í Reykjavík
1 / 2

Í sambandi við flaggdagshaldið á listasavninum, Kjarvalsstaðir í Reykjavík, har landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, bar fram røðu fyri føroyingum og øðrum í Íslandi, nýtti landsstýriskvinnan eisini høvið á túrinum at hitta tjóðsavnsvørðin, Hørpu Þórsdóttir. Landsstýriskvinnan bleiv víst runt á íslendska tjóðsavninum og greitt var frá framsýningini, og hvussu skipanin í Íslandi virkar á savnsøkinum.

Seinni sama dag hitti landsstýriskvinnan sína íslendsku starvssystur, Lilju Alfredsdóttir, og nýttu tær báðar høvið at tosa um mál av felags áhuga innan eitt nú miðlar, film, mál og list.