Almannamál
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum hevur politisku ábyrgdina av almannamálum, sum fevnir um almannatrygd, sosialar tænastur og skipanir til borgarar, ið hava tørv á serligum stuðli ella vernd. Hetta umfatar millum annað tænastur til fólk við breki, fólk við sosialum ella fíggjarligum avbjóðingum og onnur, ið eru í truplum lívsumstøðum.
Landsstýrismaðurin hevur eisini politisku ábyrgdina av sosialum pensjónum, t.e. fólkapensjónina, viðbótina til ávísar pensjónistar og fyritíðarpensjónina.
Tað er Almannaverkið í umsitur sosialar tænastur og sosialar pensjónir.
Landsstýrismaðurin leggur politisk átøk og lógaruppskot fram, setur yvirskipaðar mál og hevur eftirlit við, at tænastur og veitingar verða veittar í samsvari við galdandi lóg og við virðing fyri rættindum og tørvi hjá borgarunum. Hann virkar eisini fyri, at skipanirnar eru samanhangandi, fyribyrgjandi og stuðla undir virknari luttøku og sjálvbjargni hjá tí einstaka.