Eldri

Landsstýrisfólkið í almanna- og mentamálum hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum, tó eldraøkið lagt til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015, og eru tað kommunurnar, ið umsita heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt frá 2014, var partur av størri lógarpakka, ið varð samtykt, tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Talan er um eina rammulóg, sum ásetir karmarnar, sum kommunurnar virka undir, hvørjar tænastuásetingar kommunurnar yvirskipað skulu liva upp til fyri at røkka endamálinum  við  lógini og  hvørjar  heimildir  og  skyldur  kommunurnar  hava  í mun  til  fígging,  rakstur o.a. Lógin endurspegjar ta virksemi, ið var, tá eldraøkið var undir  landinum,  tó  eru  ásetingarnar  meiri  yvirskipaðar,  og  leggur  hetta  upp til, at kommunurnar hava frælsi til at skipa virksemið øðrvísi enn tað var, tá økið á undir landinum. Eldralóg er samtykt, sum tryggjar rættindi og tænastur fyri eldri.

Eldralógin ásetir m.a. hvørji rættindi eldri borgarar hava og hvørjar skyldur kommurnar hava mótvegis borgarunum.