Vika Sex

Vika sex er ein verkætlan, sum er eitt samstarv millum Sig frá verkætlanina, Amnesty, politiið og Fólkaheilsuráðið. Á hvørjum ári í 6. vikuna hevur verið skipað fyri tiltøkum, sum venda sær til ung og har kunna hevur verið um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni.

Endamálið er, við upplýsing og kunning, at skapa tann pallin, sum rúmar møguleikanum fyri at samskifta um evnið og soleiðis verða við til at skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Vika Sex 2017- "Samtykki í mun til kyn, kropp og seksualitet"

Vika Sex 2018- "Mynd krevur samtykki"

Vika Sex 2019 - “MERK MØRK”

Vika Sex 2020 - "Seksualundirvísing á miðnámi”

Vika Sex 2021 - "Seksualundirvísing á miðnámi”