Javnstøðuskrivstovan

Javnstøðuskrivstovan er skrivstova hjá javnstøðunevndini og Demokratia. Almanna- og mentamálaráðið setir í og loysir úr starvi samskiparan, og skrivstovan húsast í Almanna- og mentamálaráðnum.

Javnstøðunevndin rindar 75% av útreiðslunum fyri skrivstovuna og Demokratia rindar 25%.

Á Javnstøðurskrivstovuni starvast ein akademiskur samskipari fulla tíð. Samskiparin er skrivari hjá báðum nevndum, og tekur sær av dagliga rakstrinum og uppgávum hjá bæði javnstøðunevndini og Demokratia.

Uppgávurnar hjá samskiparanum eru millum annað

  • at vera andlitið út eftir hjá skrivstovuni
  • at fyrireika mál til javnstøðunevndina og Demokratia, eins og at útinna tær ætlanir, sum nevndirnar seta út í kortið og standa fyri átøkum hjá báðum nevndum
  • at svara fyrispurningum og avgreiða mál fyri nevndirnar báðar
  • at skriva árligar frágreiðingar um virksemið í samstarvi við javnstøðunevndina og Demokratia
  • at luttaka í kjaki bæði í skrift og talu og varpa ljós á áleikandi javnstøðumál
  • at gera fjøltáttað, upplýsandi og kunnandi tilfar um javnstøðumál og tíðum leggja tilfar á heimasíður og sosialar miðlar
  • at taka stig til, samstarva og samskifta, bæði við myndugleikar og borgarar um ymiskt átøk
  • at skipa fyri ráðstevnum, evnisdøgum og kjakfundum, sum varpa ljós á viðkomandi evnir
  • at leggja ætlanir saman við nevndunum og tryggja at fíggjarætlan og játtanir halda