Sáttmáli Sameindu Tjóða um rættindi hjá kvinnum (Kvinnurættindasáttmálin).

Kvinnurættindasáttmálin ásetir grundleggjandi rættindi hjá kvinnum, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi. Hann hevur til endamáls at beina burtur allan mismun móti kvinnum og at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á øllum samfelagsøkjum.

Við Kvinnurættindasáttmálanum hava limalondini bundið seg til at fylgja ávísum reglum um kvinnurættindi, og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu limalondini verða fyri ábreiðslum frá ST.

ST-sáttmálin um kvinnurættindi er frá 18. desember 1979. Sáttmálin kom altjóðarliga í gildi í 1981.

Sáttmálin kann lesast her

Danmark setti sáttmálan í gildi  í 1983, og harumframt samtykti Løgtingið eisini 31. mars 1987 at seta hann í gildi fyri Føroyar. Kvinnurættindasáttmálin er sostatt fólkarættarliga bindandi fyri Føroyar.

Convention on the Elimination of Discrimination against Women (CEDAW) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við Kvinnurættindasáttmálan.

Fimta hvørt ár skulu Føroyar lata frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir á javnstøðuøkinum sambært Kvinnurættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini. Føroyar vóru seinast til hoyring í ST nevndini í februar 2021.

Endaligu viðmerkingarnar frá ST nevndini um Føroyar kunnu lesast her.

Tað er Uttanríkisráðið, sum varar av øllum altjóða sáttmálum fyri Føroyar. Meira er at lesa á heimasíðu teirra her.