![](https://landsstyri.cdn.fo/savn/1825/377547_2771177368390_1526674552_32822105_2049262979_n.jpg?width=600&rmode=min&s=DJFU3W31wuxy5K31MA67UgNl--I)
Mentan og kirkjumál
Almanna- og mentamálaráðið varðar av mentanarpolitikki landsins sum heild, t.e. mentanar- og náttúruarvi, skapandi og útinnandi list, føroyska málinum, fjølmiðlunum, fólkakirkjuni og øðrum trúarsamfeløgum, hægri útbúgving og gransking, halgidagslóggávu, ítrótti og upphavsrætti.
Mentanarøkið fevnir m.a. um:
- Fólkakirkjuna
- Føroyahúsið í Keypmannahavn
- Ítróttasamband Føroya
- Kringvarp Føroya
- Listasavn Føroya
- Mentanargrunn Landsins
- Norðurlandahúsið
- Søvn Landsins
- Tjóðpall Føroya
Arbeiðsuppgávurnar fevna um at menna og dagføra mentanarøkið, harundir at hava yvirumsjón og at gera lógar- og kunngerðararbeiði í samstarvi við stovnar og áhugabólkar. Eisini umsitur Almanna- og mentamálaráðið rakstur og stuðul til feløg og einstaklingar.