Almanna- og mentamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Mentan   >   Mentan og List   >   Listaøkini   >   Filmur

Filmur

Mentamálaráðið fekk í 2014 eina serstaka stuðulsskipan til film, har endamálið er at menna og styðja spírandi filmsumhvørvið í Føroyum.

Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning.

Til at viðgera umsóknir um stuðul til film setir Almanna- og mentamálaráðið tveir filmsráðgevar, sum gera tilmæli til landsstýrisfólkið um býtið av stuðulinum. Ráðgevar í løtuni eru Kristina S. Hansen, sjónleikari, og Kenneth Jørgensen, miðlatøkningur.

Ein stýrisbólkur er settur at hava yvirskipaða arbeiðið um hendur at skipa leistin fyri, hvussu almennur stuðul verður veittur til føroyska filmsgerð. Talan kann vera um stuðul til fyrireikingararbeiði, handrit, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirarbeiði og útbreiðslu.

Stýrisbólkurin skal gjøgnum sítt virksemi miða ímóti at nøra um filmsumhvørvið í Føroyum og at stuðla útbreiðslu uttanlands, virka til, at ein filmsvinna kemur at virka í Føroyum og at tryggja, at játtanin til film verður býtt út eftir endamálinum við játtanini.

Í stýrisbólkinum eru umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmshúsið, Klippfisk, LISA, Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Vinnuhúsið.

Í løtuni eru hesir limir í stýrisbólkinum:
Alda Joensen, forkv., fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið
Anton Petersen fyri Felagið Føroysk Filmsfólk
Jan B. Jørgensen fyri Klippfisk
Annfinnur Heinesen fyri LISA
Gunn Hernes fyri Norðurlandahúsið
Kári Sólstein fyri Kringvarp Føroya
Oyvindur av Skarði fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið
Uni Holm Johannesen fyri Vinnuhúsið
Tina Wagner fyri Filmshúsið

Ymiskt tilfar
Starvsskipan fyri stýrisbólkin.

Vegleiðing til filmsráðgevarnar

Leiðreglur fyri umsiting av filmsjáttanini

Les meir um stuðul her.

Filmshúsið

Í 2017 varð Filmshús sett á stovn við høvuðsendamálinum at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu. Filmshúsið stendur á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar hjá Filmshúsinum eru:

  • at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
  • at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
  • at miðla samband millum filmsaktørar,
  • at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
  • at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Filmshúsið er staðsett í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.

Filmsverkstaðurin Klippfisk

Klippfisk er eitt kommunalt átak, ið gevur filmsspírum møguleika at menna sínar førleikar. Klippfisk virkar sum klekingardepil fyri ung talent og sum eitt tilboð fyri ung kring landið. Klippfisk er staðsett í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn. Sí www.klippfisk.fo.

Føroysk Filmsfólk

Felagið Føroysk Filmsfólk er eitt áhugafelag, ið arbeiðir fyri at bøta um korini hjá føroyskum filmsfólkum. Felagið er limur í LISA.