Mentanargrunnur Landsins

Meginparturin av almenna stuðlinum til mentan og list verður umsitin í Mentanargrunni Landsins, sum verður stjórnaður av eini 5-manna nevnd. Lýst verður við møguleikanum at søkja stuðul til ymisk mentanarlig endamál á heimasíðu grunsins fleiri ferðir árliga. Harumframt verður lýst á heimasíðuni og í bløðunum, tá møguleiki er at søkja um íverksetarastuðul og um starvslønir, vanliga við umsóknarfreist 15. desember.

Endamálið hjá Mentanargrunni Landsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Stuðul til bóka- og fløguútgávu verður umsitin í hesum grunni burturav.