Mentanarvirðislønirnar 2020 vórðu handaðar í Løkshøll 13. januar 2021. Orsakað av korona, var tiltakið bara fyri innbodnum, men tað var víst beinleiðis í bæði út- og sjónvarpinum.

Tríggjar virðislønir vórðu lætnar:

Sigrun Gunnarsdóttur, listamálari, fekk Mentanarvirðislønina,

Ósbjørn Jacobsen, arkitetkur, fekk Heiðursgávu landsins

og Birita Poulsen, operasangari, fekk serstøku virðisløn Landsins.

Páll Danielsen var vertur fyri tiltakinum.

Landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, setti tiltakið. Byrjanarrøðan hjá Jenisi av Rana var grundað tekstir hjá Jørgeni Frantz Jacobsen, ið var ættaður av Skálafirðinum, og kann lesast her

Fyrsta heiðurslønin, ið varð latin, var serstaka virðislønin, ið varð latin Biritu Poulsen.

Grundgevingarnar kunnu lesast her

Heiðursrøðuna fyri Biritu Poulsen helt Jens Andreassen, sum hevur sungið saman við henni og kent hana, síðani hon var smágenta.

Tann røðan kann lesast her

Síðani var tað Heiðursgáva landsins, ið Ósbjørn Jacobsen, arkitetkur, fekk.

Grundgevingarnar fyri, hví Ósbjørn Jacobsen varð heiðraður, kunnu lesast her 

Hann helt eina frálíka takkarrøðu, har hann legði dent á týdningin av at kveikja og stimbra tey evnini, sum eru íborin, og eggja barninum til tað, sum hugurin natúrliga stendur til. At loyva børnunum at menna seg og útfolda seg á teimum leiðum, sum tey tíma at ganga - eisini um tað kanska ikki heilt fylgir streyminum. Hann nevndi eisini góðu møguleikarnar, sum eru til at búgva í Føroyum og virka uttanlands.

Heiðursrøðuna fyri honum helt starvsbróðurin, Eyðun Eliasen, ið eisini er arkitektur.

Síðani var Mentanarvirðisløn landsins handað. Hana fekk Sigrun Gunnarsdóttir við hesum grundgevingunum.

Í takkarrøðu síni greiddi hon frá, hvussu ovfarin hon varð, tá aðalstjórin ringdi til hennara og lat hana vita, at hon skuldi fáa Mentanarvirðislønina. Hon greiddi frá bakgrund síni, og hvussu hon gjørdi av at gerast listarfólk burturav.

Heiðursrøðuna fyri Sigrun Gunnarsdóttir helt stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, og hon helt millum annað fyri, at tað ikki kundi undra nakran, at júst Sigrun varð heiðrað, tí verk hennara eru framúr góð og á høgum støði.

Framførslan var kryddað við tónleiki av ymsum stílbrigdum. Bæði andaligum tónleiki frá bólkinum Zamar, fólkatónleiki við Enekk og opera við bæði Biritu Poulsen og Biritu Adelu Davidsen.

At enda tók Jenis av Rana samanum kvøldið. Hann helt hesa røðuna og gjørdi greitt, at dreymurin um Tjóðpall Føroya nú er nærri enn fyri einum ári síðani, tí kapping er útskrivað og avgerð verður tikin um staðseting og arkitektur fyri summarferiuna.

Røðan kann lesast her

Leinkja til stroymingina hjá Kringvarpinum, har alt tiltakið kann síggjast, er her