Fólkapensjón

Pensjónsaldurin
Tann 1. juli 2024 hækkaði fólkapensjónsaldurin til 67 ½ ár. Hetta merkir, at tey sum eru fødd aftaná 30. juni 1957 kunnu fáa fólkapensjón, tá ið tey eru 67 ½ ár. Tann 1. juli 2030 hækkar pensjónsaldurin til 68 ár. Fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962, er pensjónsaldurin sostatt 68 ár.

Høvuðsreglan er, at tann, sum fær fólkapensjón:

  • er danskur ríkisborgari,
  • hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi,
  • hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár millum tað fylta 15. árinum til fylta 67. ári.

Fólkapensjónin kemur ikki av sær sjálvum. Søkjast skal um fólkapensjón við at fylla út og lata Almannaverkinum oyðublað. Kunnað teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Pensjónsnýskipanin kom í gildi 1. januar 2020, og tað vil siga, at tey, sum eru blivin fólkapensjónistar frá hesum degi, hava rætt til fólkapensjón sambært nýskipanini. Tey, sum longu vóru fólkapensjónistar áðrenn 2020, fáa fólkapensjón eftir reglunum áðrenn pensjónsnýskipanina.

Føddur áðrenn 1953
Fólkapensjónin er samansett av grundupphædd og viðbót. Øll hava rætt til fulla grundupphædd, uttan mun til inntøku aftrat pensjónini. Grundupphæddin er skattafrí.

Viðbótin, sum er skattskyldug, er tengd at inntøkuni hjá tær og møguligum hjúnafelaga. Er tú ógiftur, so kanst tú hava inntøku upp til 61.900 kr. um árið, uttan at viðbótin lækkar. Er tú giftur, kunnu tú og hjúnafelagin hava inntøku á tilsamans 123.800 kr. um árið, uttan at viðbótin lækkar.

Tú kanst velja, um inntøkan hjá hjúnafelaga skal telja við, tá viðbótin verður ásett. Tað kann ávísum førum vera ein fyrimunur, at inntøka hjá hjúnafelaga verður tikin við í útrokningargrundarlagið. Tað veldst um, hvussu høg inntøkan er, og um hvussu inntøkan hjá tykkum sum hjún er býtt millum teg og tín hjúnafelaga. Almannaverkið vegleiðir, um tað loysir seg fíggjarliga hjá tær, at inntøkan hjá hjúnafelaga verður tikin við.

Harumframt kunnu fólkapensjonistar fáa viðbót til ávísar pensjónistar. Viðbót til ávísar pensjónistar er eisini kent undir heitinum brennistuðul. Um tú hevur rætt til brennistuðul veldst um inntøkuna, sum tú og møguligur hjúnafelagi ella samlivari hava aftrat fólkapensjón og samhaldsfasta. Giftir pensjónistar og pensjónistar í parlagi fáa eina viðbót í felag. Brennistuðulin er ikki skattskyldugur.

Leggjast skal aftrat, at fólkapensjónistar eisini fáa útgjald úr Samhaldsfasta. Samhaldsfasti verður útgoldin uttan mun til, um tú hevur aðra inntøku. Samhaldsfasti er málsøki hjá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum. Nærri kunning um Samhaldsfasta er síggja á heimasíðuni hjá TAKS

Meira kann lesast um treytir og rættindi til fólkapensjón á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.


Føddur aftaná 1952
Um tú ikki hevur inntøku aftrat fólkapensjón og Samhaldsfasta, tá so at siga ongin munur millum nýggju- og gomlu pensjónsskipanina. Inntøkan eftir skatt er áleið tann sama.

Eins og við galdandi pensjónsskipan er pensjónin sett saman av eini grundupphædd, sum er skattafrí, og eini viðbót, sum er skattskyldug. Er tú føddur aftaná 1952, hevur tú ikki rætt til brennistuðul, men í staðin er viðbótin hægri enn hjá pensjónistum føddir áðrenn 1953.

Aftrat fólkapensjónini fáa fólkapensjónistar útgjald úr Samhaldsfasta. Samhaldsfasti verður útgoldin uttan mun til, um tú hevur aðra inntøku. Samhaldsfasti er málsøki hjá landsstýrisfólkinum í fíggjarmálum. Nærri kunning um Samhaldsfasta er síggja á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo.

Hevur tú hjúnafelaga, ið hevur inntøku, hevur tað ikki týdning fyri tína fólkapensjón. Tað er bert tín egna inntøka, sum avgerð, hvussu stóra upphædd tú hevur rætt til. Hevur tú inntøku lægri enn 61.900 kr. fært tú fulla grundupphædd og fulla viðbót. Fer inntøkan uppum 61.900 kr. lækkar fyrst grundupphæddin, og tá hon er fult mótroknað, lækkar viðbótin.

Er inntøkan nóg høg, eru bæði grundupphæddin og viðbótin lækkað niður í 0, og tá er sostatt bert Samhaldsfasti eftir. Fólkapensjónistar, sum hava arbeiðsinntøku, kunnu velja at útseta pensjónina og afturfyri fáa hægri upphædd seinni.