Kvinnuhúsið veitir kreppuhjálp og ráðgeving
Í opnu ráðgevingini í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving og vegleiðing frá starvsfólki yrkadagar millum klokkan 10 og 17. Eisini ber til at bíleggja viðtalutíð hjá sálarfrøðingi og at boða frá luttøku í samrøðubólki.
Alt er undir tagnarskyldu. Ongum nýtist at siga navn, bústað ella p-tal. Heldur ikki er neyðugt at rættvísgera, hví støðan er sum hon er.
Kreppumiðstøð
Ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki. Á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum ber til at búgva eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.
Eftir klokkan 17, vikuskiftir og halgidagar er hurðin stongd, tá er neyðugt at ringja frammanundan.
Í Kvinnuhúsinum er altíð onkur inni og til reiðar at taka ímóti – eisini um tú kemur á nátt.
Endamálið við Kreppumiðstøðini er at veita hjálp til sjálvhjálp og serliga stríðast ímóti likamligum og sálarligum harðskapi framdum móti kvinnum og børnum.
Ráðgeving
Kvinnuhúsið byrjar samrøðubólkar tvær ferðir um árið. Í bólkinum hittast kvinnur, ið hava tað til felags, at tær hava verið útsettar fyri harðskapi.
Arbeiðið í Kvinnuhúsinum miðar ímóti at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd hjá kvinnuni, so hon í størri mun fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum.
Tað ber til at seta teg í samband við Kvinnuhúsið alt samdøgrið á telefon 317200. Eisini ber til at samskifta á t-post addressuni: post@kvinnuhusid.fo
![]() |