Neyðtøkutilbúgvingin

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, ber til at ringja beinleiðis til eina neyðtøkutelefon á Landssjúkrahúsinum at fáa hjálp, uttan at skula seta teg í samband við løgregluna fyrst. 

Hetta tryggjar, at tú beinanvegin fært so góða fakliga hjálp sum til ber, eftir at brotsgerðin er framd, uttan at neyðugt er at melda málið til løgregluna.

Til ber at ringja ónevnt á telefon 30 46 00 alt samdøgrið, allar dagar. Her fæst samband við ein sjúkrarøktarfrøðing í Bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, sum verður um teg, tá tú kemur á sjúkrahúsið.

Tilbúgvingin er mannað við starvsfólki, ið eru skúlað til at taka ímóti fólki, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Um neyðugt kannar serlækni í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.

Nakrar dagar eftir kanningina verður støðan fylgd upp, eins og vegleitt verður um víðari framferð ella hjálp frá øðrum myndugleikum.

Prógvini verða goymd í 1 ár, um tú seinni ynskir at melda tilburðin.

Nærri vegleiðing sæst á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum,vegleiðir um, hvussu farið verður fram, tá ein setur seg í samband við neyðtøkutilbúgvingina.

Arbeiðsháttur
Tað
er serliga neyðtøkutilbúgvingin í Íslandi, ið hevur verið fyrimynd. Í samstarvi við tey eru 24 starvsfólk í bráðmóttøkuni/skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, leiðslan á G1, depilsleiðsla og serlæknar í kvinnusjúkum undirvíst í, hvussu íslendska tilbúgvingin er skipað og virkar.

Neyðtikin?


Tlf.: 30 46 00
Les meira um
Neyðtøkutilbúgving á
heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum