Heildarætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028

Mánadagin 28. august varð nýggja heildarverkætlanin um harðskap í parlagi og nærsambondum 2023-2028 handað landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg.

At vit sum samfelag hava flutt okkum rætta vegin, er eingin ivi um. Tó mugu vit ásanna, at tað framvegis er ein larmandi tøgnmentan kring harðskapin í parløgum og nærsambondum. Okkum tørvar at fáa skapt eitt mál fyri at kunna seta orð á harðskapin og soleiðis at fáa brotið tøgnina og lagt lunnar undir eina neyðuga hugburðsbroyting.

Lyklaorðið er menning. Menning av fakligari vitan innan harðskapin. Vit hava longu sett gongd á hetta arbeiðið, og starvsfólk í Kvinnuhúsinum hava við síni fakligu vitan gingið á odda. Teirra arbeiðsorka hevur tó ikki rokkið til at savna inn, menna og føroyska tilfar at brúka í vísindaligum kanningum, til upplýsing og kunning. Hetta verður tí eitt neyðugt næsta stig fyri at basa harðskapi.

Talan er um 20 átøk í hesi heildarverkætlanini. Arbeiðið byggjur víðari á bæði væleydnaðu royndirnar frá fyrru heildarverkætlanunum, á royndir, ið virksemið í Kvinnuhúsinum hevur ment innan  harðskapsøkið í Føroyum, eins og frá royndum frá harðskapsøkinum uttanlands.

Tiltøkini eru skipað undir fimm høvuðsøkir:

  • At upplýsa og fyribyrgja harðskapi
  • Átøk sum stuðul til harðskaparrakt
  • Átøk, ið venda sær til yrkisbólkar
  • Átøk at lætta um atgongdina til hjálp í sambandi við harðskapin
  • Átøk at stuðla undir vísindaligum kanningararbeiði innan harðskapsøkið

Tilmæli um at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum

Í sambandi við, at nýggj harðskapsverkætlan skuldi gerast fyri tíðarskeiðið 2023-2028, varð avgjørt at kortleggja, hvør vitan er og hvør vitan vantar á harðskapsøkinum. Kanningararbeiðið, sum tilmælini í hesari frágreiðing byggja á, hevur bæði verið brúkt til at fáa yvirlit yvir, hvør vitan vantar á harðskapsøkinum í Føroyum, og sum grundarlag undir yvirskipaðu harðskapsverkætlanina.

Hendan frágreiðingin skal tí lesast sum verandi ein partur av yvirskipaðu heildarætlanini, men har vit her seta sjóneykuna á tilmæli at menna vitanarstøðið á harðskapsøkinum. Frágreiðingin byggir á eitt umfatandi arbeiði, sum hevur verið gjørt í 2022-23 at lýsa harðskapsøkið og vitanartørvin um harðskap. Endamálið við kanningararbeiðinum var at kortleggja og tosa við myndugleikar, almennar og privatar stovnar, felagsskapir og áhugapartar á harðskapsøkinum og eyðsæð eisini tey harðskapsraktu. Vit hava spurt øll um teirra hugsanir um, hvussu økið eigur at mennast, hvørjar kanningar eru neyðugar
at gera, og hvør vitan vantar um harðskap í Føroyum.

Taka niður:

Taka niður: