Tíðarlinja

2010

- Fyrstu stigini til Heildarætlan um harðskap 25. november

2011

- Heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum løgd fram 8. mars

 

- Fylgifrágreiðing til sjálva heildarætlanina liðug og løgd fram 25. november

2012

- Samskipari settur og verkætlanin við 18 átøkum sett at vara í fimm ár,

2013

- Heildarætlan fær nýggjan samleika og kallast Sig frá!

 

- Kunningartiltøk um Sig frá verkætlanina eru um alt landið

2014

- Kunningartiltøk um Sig frá verkætlanina eru um alt landið

2015

- Avgerð tikin um víðka arbeiðið við Heildarætlanini um kynsligan ágang,

 

- Tiltak 25. november á Altjóða degi móti harðskapi móti kvinnum fyrstu ferð

2016

- Heildarætlanini um kynsligan ágang fylgir fyrru verkætlanini og byggir á 8 nýggj átøk. Yvirskipaða málið: vit skulu tosa hart um tað,

 

- Summarátakið #Sex krevur samtykki fyrstu ferð

2017

- Vika Sex tiltak fyrstu ferð

 

- Ráðstevnan Bryt Tabu í Norðurlandahúsinum 11.-12. september

2021

- Harðskapskanningin verður løgd fram 20. mai í Almannamálaráðnum

 

- Báðar verkætlanirnar verða eftirmettar

2022

- Peningur verður settur av á fíggjarlógini at byrja harðskapsmóttøku

- Samleikin fyri Sig frá verður dagførdur

- Arbeiðið við nýggju harðskapsmóttøkuni byrjar

2023

- Arbeiðsbólkur fer undir arbeiðið at fyrireika nýggja heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum og verður hon løgd fram 28. august