Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Og sum partur av Sig frá hevur á hesum dagi verið skipað fyri tiltøkum at varpa ljós á trupulleikan. Hesi átøk eru komin í lag í einum samstarvi millum Sig frá, Kvinnuhúsið, Amnesty Føroyar og Kvinnufelagið í Havn.

Endamálið við degnum er at varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein heimsumfatandi trupulleiki. Vit liva í einum heimi, har í minsta lagi triðja hvør kvinna onkuntíð í lívi sínum hevur verið bukað, noydd til kynsliga samveru ella á annan hátt er misnýtt. Í vesturheim inum er talið 23%. Altso ímillum fjórða og fimta hvør kvinna.

Evroparáðið hevur staðfest, at harðskapur heima við hús er høvuðsatvoldin til, at kvinnur millum 16 og 44 ár doyggja ella fáa varandi mein. Fleiri kvinnur doyggja sostatt av harðskapi, enn av krabbameini ella ferðsluvanlukku. Sambært WHO eru næstan 70% av myrdum kvinnum dripnar av sínum sambúgvum. Hesi hagtøl eru bara toppurin av ísfjallinum.

Tiltak 25. november

Átakið eru komin í lag í einum samstarvi millum Sig frá og: