Vika sex

Vika sex er ein verkætlan, sum seinastu árini hevur verið eitt samstarv millum Sig frá verkætlanina, Amnesty, politiið og Fólkaheilsuráðið. Umframt hesar partar hevur Apoteksverkið og Gigni eisini luttikið. Á hvørjum ári í 6. vikuna hevur verið skipað fyri tiltøkum, sum venda sær til ung og har kunnað hevur verið um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni.

Endamálið er, við upplýsing og kunning, at skapa tann pallin, sum rúmar møguleikanum fyri at samskifta um evnið og soleiðis verða við til at skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Les meira um átøkini niðanfyri:

Seksualundirvísing skal kjølfestast
Eftir at tað nú í fleiri ár hevur verið varpað ljós á seksualupplýsing meta fyriskiparnir, at tørvur er á at kjølfesta hesa upplýsandi og fyribyrgjandi uppgávuna innan verandi myndugleikakarmar. Samtykkissamstarvið hevur frá byrjan verið bygt á tilvitskuna um, at allir okkara borgarar frá barni av hava rætt til og tørv á seksualupplýsing.

Á almenna tiltakinum í viku sex í 2022 luttóku umboð frá Námi, Lærarafelagnum, Gigna, Kyni umframt Bjørg Clementsen, sum er lærarari og fyri kortum hevur skrivað ritgerð um seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Á tiltakinum gjørdist greitt, at tað eru avbjóðingar við seksualundirvísing í fólkaskúlanum, og semja varð um, at tørvur er á at arbeiða við at styrkja alt økið. Avbjóðingarnir fevna m.a. um væntandi undirvísingartilfar, tvørrandi førleikar hjá lærarum at undirvísa í seksualupplýsing og heldur ikki fyriliggur námssætlan fyri seksualundirvísing.

Á ungdómstinginum 2022 varð víst á tørvin og áhugan fyri seksualupplýsing, tá flokkar løgdu uppskot fyri Løgtingið um at fáa meira seksualupplýsing í fólkaskúlan. Viku seinni varð eisini uppskot um hetta sama lagt fyri Føroya Løgting.

Okkara greiða tilmæli til myndugleikarnar, sum vara av økinum, er:

  • at seksualupplýsing innan stovns- og skúlaøkið verður løgd í eina trygga skipan
  • at endamálið við seksualupplýsingini í fólkaskúlanum verður nágreinað til øll floksstigini
  • at seksualupplýsingin í fólkaskúlanum verður betri samskipað