Vika sex 2017

Tiltakið í 2017 varð hildið dagarnar 6.-10. februar, har ljós varð varpað á samtykki í mun til kyn, kropp og seksualitet.

Endamálið var at fáa samskift um, at børn og ung, sum kenna síni rættindi, duga betur at seta egin mørk og at virða mørk hjá øðrum.

Hetta árið var tiltakið pallsett á apotekinum í Steinatúni í Havn og var serliga ætlað næmingum frá 6. til 10 flokk. Heitt varð tí á vit næmingar og lærarar um at leita sær oman í Steinatún í viku 6.

Básurin var opin mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til 16, og á básunum var møguleiki at práta við fakfólk frá Apotekinum um heilivág og ráðgeva um lívsdygd, við Gigni um kynslig mørk og samtykki, við Føroya Politi um mørk á netinum og samtykki og við Amnesty International um kropslig mørk og samtykki

Tiltakið varð samskipað av Sig frá saman við Apotekinum, Gigni, Amnesty International, Fólkaheilsuráðið og Føroya Politi