Vika sex 2019

Í 2019 ferðaðist tiltakið Vika sex aftur til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum, hetta í døgunum 4. til 8. februar.

Endamálið við tiltakinum hetta árið var at varpa ljós á mørk og vísa á ymiskar støður, har farið verður út um mark. Tiltakið fekk heitið “MERK MØRK”, hetta fyri serliga at fáa tey ungu at hugsa um týdningin av mørkum og hugleiða um:

  • Hvørjar avleiðingar eru av at fara út um mark?
  • Hvussu merkja vit mørkini hjá okkum sjálvum og øðrum?
  • Hvussu tryggja vit, at vit halda okkum innanfyri mørkini hjá hvør øðrum?

Eisini at fáa tey ungu at hugsa um mørk í teimum ymisku rúmunum, sum tey ferðast í, ikki minst í talgilda heiminum.

Á tiltakinum framførdu Persson & Dahl, eins og høvi varð at fáa eitt prát við fyriskipararnar.

Sum nakað nýtt var tað í viku sex 2019 eisini skipað fyri einum tiltaki í Perluni, har Marin í Dali, lækna helt fyrilestur. Hetta við støði í høvuðsritgerð hennara um keldur til vitan um sexualitet millum ung í Føroyum. 900 miðnámsskúlanæmingar luttóku í hesi kanningini, sum var fyrsta av sínum slagi, og sostatt eitt nýtt grundarlag til at skilja, hvar ung fáa vitan um sexualitet, og hvørji evni tey ynskja meira vitan um.

Tiltakið varð fyriskipað í samstarvi millum Sig frá!, Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni