Vika sex 2020

Aftur í 2020 var Vika sex hildin við undirvísing  til fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum í Føroyum, hetta í døgunum 3. til 7. februar. Og evnið var nú "Seksualundirvísing á miðnámi” .

Hetta bygdi á grundfatanina um, at við góðari seksualundirvísing fáa tey ungu betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex. Eisini bygdi hetta valið á úrslitini av kanningini hjá Marini í Dali, lækna “Vitan um seksualitet millum ung í Føroyum” frá árinum fyri.

Tað var nú felagið Kyn og Marin í Dali, lækni, sum stóð fyri undirvísingini.

Málið við hesum tiltakinum varð ætlað at vera við til at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuel evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.

Eins og árið fyri varð skipað fyri tiltaki fyri fakfólki, foreldrum og avvarðandi í Perluni hóskvøldið í Viku Sex, har spurningin “Hvussu tosa vit við okkara ungu um seksualitet?” varð settur á breddan.

Tiltakið Vika sex var fyriskipað í einum samstarvi millum Almannamálaráðið/Sig frá!, Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Gigni.