Viðgerð til harðskaparrakt

Sum partur av Harðskapsverkætlanini varð skipað viðgerðartilboð til teirra, sum eru rakt av harðskapi. Talan er um viðgerð hjá løggildum, privatpraktiserandi sálarfrøðingi.

Eftir at átakið varð lagt í fasta legu í 2014, hevur Kvinnuhúsið árliga fingið eina upphædd at brúka at veita harðskaparraktum sálarfrøðiliga hjálp.

Talan er um 5 viðgerðir, sum er ókeypis. Tilboðið er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi.

Á psykolog.fo finnur tú sálarfrøðingar, sum veita hesa viðgerð.

Viðgerðartilboðið er skipað sambært átaki 6 í Heildarætlan um harðskap í parløgum og nærsambondum. Les meira um heildarætlanina HER

Viðgerð