Endurvenjing

Persónar, sum eru 18 ár og eldri, og upp til fólkapensjónsaldur kunnu fáa endurvenjing frá Almannaverkinum.

Endurvenjingin hevur til endamáls, at borgarin heilt ella partvíst endurvinnur sama førleika, sum áðrenn førleikin var mistur. Endamálið við endurvenjing í Almannaverkinum er, at borgarin kann fáa og varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella at viðkomandi kann klára seg uttan ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Endurvenjing til persónar, yngri enn 18 ár, kann veitast sum endurgjald fyri meirútreiðslur av barni, ið ber brek. Tílík endurvenjing verður veitt av privatum veitarum.

Persónur, sum er fólkapensjónistur, fær ikki endurvenjing frá Almannaverkinum, men hevur sambært lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. møguleika fyri at fáa endurvenjing frá kommunu.

Snarslóð