
UNESCO-nevndin
Endamálið við føroysku UNESCO-nevndini er at vera bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan útbúgving, vísind, mentan og samskifti og at fremja UNESCO arbeiðið í Føroyum. UNESCO-nevndin ráðgevur Føroya Landsstýri í UNESCO-málum.
Í føroysku UNESCO-nevndini eru
- Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, formaður
- Annika Smith, stjóri á Landsbókasavninum
- Magnus Dam, stjóri í Kringvarpi Føroya
- Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
- Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya
- Helena Davidsen, fyrisitari á Umhvørvisstovuni og
- Jastrið Gullbein Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Føroya Ungdómsráð
Føroyska UNESCO skrivstovan er skipað í Almanna- og mentamálaráðnum. Armgarð Weihe, fulltrúi, er aðalskrivari.