Barnarættindasáttmálin
Í 1992 tók Løgtingið undir við at seta Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi barnanna – Barnarættindasáttmálan - í gildi fyri Føroyar.
Barnarættindasáttmálin ásetur grundleggjandi rættindi barnanna, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentunarlig rættindi.
Barnarættindasáttmálin er ikki at meta sum ein lóg, ið lond kunnu dømast eftir, men er hinvegin reglur, ið limalondini hava bundið seg til at fylgja. Og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu londini verða fyri ábreiðslum frá ST.
Fimta hvørt ár skulu Føroyar lata frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir á barnarættindaøkinum. Hetta er ein liður í skyldunum sambært Barnarættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini.
Føroyar lótu sína fyrstu frágreiðing til ST í 2010 og vóru til fyrstu hoyringina í januar 2011. Føroyar vóru seinast til hoyring í ST 15. september 2017. Viðmerkingarnar frá nevndini kunnu lesast her. Ein samandráttur á føroyskum kunnu lesast her.
Í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin tann 20. november 2014 gjørdist 25 ár, hátíðarhelt Føroya Løgting henda dagin við einum orðaskifti um barnarættindi í Føroyum. Landsstýrið gjørdi í hesum sambandi eina støðulýsing yvir tey framstig, ið eru framd á barnarættindaøkinum, síðani Føroyar vóru til fyrstu hoyringina í 2011. Støðulýsingin kann lesast her.