24.02.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

16 vilja gerast samskipari

Almannamálaráðið hevur fingið 16 umsóknir til starvið at gerast samskipari til heildarverkætlanina "Harðskapur í parløgum og nærsambondum. Freistin at søkja starvið var á middegi í dag.

Uppgávan hjá samskiparanum er at seta í verk tey 18 ítøkiligu átøkini í heildarætlanini “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”. Eisini skal samskiparin umsita átøk at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Umframt at seta í verk átøkini í heildarætlanini, skal samskipari eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi.