Løgtingið hevur í nátt samtykt tríggjar verklagslógir, sum eftir ætlan skulu útvega heili 60 nýggjar bústaðir á almannaøkinum til fólk við serligum tørvi.
Talan er um trý sambýli og ein stovn. Stovnurin er til børn og ung við fjølbreki og verður í Eysturoynni. Tvey sambýli eru fyrst og fremst til fólk við menningartarni, har annða verður í Norðoyggjum og hitt í Eysturoy. Triðja sambýlið er til fólk við sálarsjúku og skal liggja í Tórshavn.
Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna:
“Eg fegnist um, at vit nú fáa sett hol á hesar týdningarmiklu verkætlanir, sum bøta munandi um karmarnar hjá børnum og vaksnum við serligum tørvi. Tað er eingin loyna, at núverandi umstøðurnar hjá hesum fólkum eru bæði óvirðiligar og ótíðarhóskandi, og tí er tað í tøkum tíma, at vit fáa gongd á nýbyggingina”.
Meira kann lesast um verklagslógirnar her:
http://amr.s3.sansir.net/tidindi/vardir-bustadir-i-tingid/
http://amr.s3.sansir.net/tidindi/salarsjuk-og-fjolbrekad-faa-munandi-betri-umstodur/