Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av at fara undir eina tilgongd at leggja Almannastovuna og Nærverkið saman í ein stovn. Samanleggingin er í samsvari við politisku ætlanirnar um at fremja rationaliseringar innan almenna bygnaðin.
- Við samanleggingini fara viðskiftafólkini hjá Almannastovuni og Nærverkinum at fáa eina tryggari og betri sosialfakliga tænastu, tí tá verður bert ein inngongd at venda sær til. Í dag hava viðskiftafólk uppgávur, ið skulu loysast á báðum støðum, og tí verður tað lættari hjá borgaranum, at málsviðgerðin er á einum staði. Tað er rættiliga avgerandi fyri meg, at borgarin verður settur í miðdepilin, og at viðskiftafólkini ikki eru í iva um, hvønn myndugleika og á hvørjum staði, tey skulu venda sær til fyri at røkka sosialu myndugleikunum, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Landsstýriskvinnan í almannamálum ásannar, at búskaparstøðan í Føroyum hevur við sær, at vælferðartænasturnar eru undir trýsti.
- Skulu vit fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini, er neyðugt at finna sparingar. Men skulu vit varðveita tænastustøðið, og samstundis menna tænasturnar er neyðugt við rationaliseringum og bygnaðarbroytingum, so meira fæst fyri minni, vísir Rósa Samuelsen á.
- Almannastovan og Nærverkið hava í dag nógvar av teimum somu uppgávunum, og tí fer nógv orka og nógvur peningur til umsiting, sum heldur eigur at fara til eina betri tænastu fyri borgaran. Sum landsstýriskvinna má eg ráðleggja eftir tí leisti, sum tryggjar effektivitet, produktivitet og sparsemi, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum .
Stjóri verður settur skjótast møguligt ella í nærmastu framtíð at fyrireika samanleggingina og reka samanlagda stovnin.
Tað eru á leið 1400 ársverk í Nærverkinum og 100 fólk á Almannastovuni.