02.05.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Almannaverkið 50 ár

Almannaverkið 50 ár
1 / 3

Í dag hevur Almannaverkið 50 ára stovningardag, og verður skipað fyri hátíðarhaldi við einari fjølbroyttari skrá við framsýningum, framløgum, fyrilestrum, borgarapanelum, sjónleiki og konsert í Norðurlandahúsinum.

Í morgun setti Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, dagin við røðu, sum til ber at lesa niðanfyri.

Góðan morgun øll somul og hjartaliga vælkomin!

Eg eri ikki ein av teimum, sum nærum dagliga rennur upp á fjallatoppar í Føroyum. Men eg skilji so ótrúliga væl, hví tey gera tað.

Tað er hendan mótbrekkan. Arbeiðið at koma longur upp, sum onkuntíð kennist tungt, men alla tíðina er uppeftir. Og so hendan kenslan, tá mann av og á vendir sær við, hyggur oman gjøgnum brekkuna, sær okkara stórbæru náttúru, men ikki minst eisini sær leiðina, sum er gingin fyri at koma so langt, sum mann er komin.

Beint nú havi eg fingið høvið at bjóða tykkum øllum vælkomnum til eitt tiltak og ein dag, har vit gera júst hetta.

Og lat meg líka nevna nøkur av tykkum, sum eru her í morgun. Fyrst og fremst tit, sum hvønn dag eru til arbeiðis á Almannaverkinum ella fyrr hava verið tað. Vælkomin.

So eru tað samstarvsfelagar, brúkarar, gestir og øll onnur, sum á onkran hátt hava verið við til at menna hetta týdningarmikla verk. Hjartaliga vælkomin til tykkum, og eg vóni, at vit fáa ein sera góðan og gevandi dag.

Hendan dagin, har vit standa í brekkuni hyggja afturum og síggja, hvussu nógv er hent, men eisini hyggja, hvussu vit gera tað enn betri frameftir. Skulu vit kanska hava einar nýggjar stivlar ella kanska enntá einar fjallaskógvar, ella orka vit kanska at ganga brekkurnar skjótari ella skulu vit velja eina brattari leið?

Men lat meg fyrst hyggja oman, har gøtan hjá Almannaverkinum byrjaði.

Tá Almannastovan varð stovnað 1. apríl í 1975, var hetta ein avleiðing av, at fyrisitingin av almannamálum var yvirtikin úr Danmark. Almannastovan byrjaði sítt virksemi í Jónas Broncksgøtu í Havn, og tá var Almannastovan ein munandi minni stovnur, enn í dag, nú Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss.

Hesi 50 árini hevur Almannaverkið ment seg sera nógv, og er ein týðandi hornasteinur í føroyska vælferðarsamfelagnum.

Samfelagið er nógv broytt hesi árini – og tað er Almannaverkið eisini.

Frá einum einfalt skipaðum tænastuøki, til í dag – har tænasturnar fevna um alt frá umsiting og útgjald av fíggjarligum stuðli, arbeiðsfremjandi tiltøkum, pensjónsskipanum, stuðul til familjur, hjálpartól og venjing, bútilboð, umlætting, dagtilhald, heimaráðgeving, stuðulstænastur, barnaverd og mangt, mangt annað.

Almannaverkið er sosiala trygdarnetið, og hevur til endamáls at tryggja, at borgarar, ið hava tørv á stuðli, fáa neyðugu hjálpina fyri at liva eitt virkið og virðiligt lív.

Tað, sum altíð hevur eyðkent Almannaverkið, er tann grundleggjandi siðbundna hugsanin: “At ein samfelag verður dømt eftir, hvussu tað tekur sær av teimum, sum eru veikast fyri.”

Við einum játtanarupphædd á umleið 2 milliardir krónur og um 1.100 starvsfólkum, tænir Almannaverkið umleið 18.000 borgarum í Føroyum.  

Almannaverkið veitir ráðgeving, tænastur og veitingar til føroyingar í øllum aldrum, og kring alt landið.

Almannaverkið hevur duga væl at laga seg til broyttu umstøðurnar, og arbeitt strategiskt, soleiðis at Almannaverkið er brynjað til at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman.

Seinastu árini er eitt miðvíst og týðandi arbeiði gjørt við at betra um tænasturnar til borgarar við serligum tørvi.

Fleiri bústaðir eru komin kring landið, sum eru bygdir til endamálið, og endamálið er at skapa tryggar, heimligar og virðiligar umstøður, har borgarar kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt.

Umframt betri og fleiri bústaðir, hevur Almannaverkið eisini sett nógvar nýggjar tænastur og eindir á stovn hesi árini. Tað krevur nógv, bæði av leiðslu og starvsfólkum at fáa alt at virka, sum tað skal, og sum politiski viljin er. Og tað hava tit megna væl!

Fyri framman eru bygnaðarbroytingar, sum skulu styrkja tvørfakliga samstarvið, og tryggjað betri tænastur til borgarar. Arbeitt verður við at skapa “Eitt gott lív á egnum beinum” og gera Almannaverkið til “Besta arbeiðspláss – borgarum og starvsfólkum at frama”. Og Almannaverkið er eisini ein týðandi viðleikari í Barnaverkætlanini.

Almannaverkið arbeiðir út frá einari visjón um eitt samfelag, har øll hava ein rætt og ein møguleika – at hvør einstakur í størst møguligan mun hevur ávirkan á egið lív, fær ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag og kann menna og viðlíkahalda sínar førleikar. Endamálið er, at hvør einstakur kann liva eitt gott og virkið lív.

Tí skulu vit eisini í dag – henda serliga dag – vísa eina stóra tøkk til tað stóra arbeiði, ið tit hvønn dag gera.

Tøkk til tykkum, sum hava sett lívsorku, trúskap og eldhuga í arbeiðið fyri at hjálpa, verja og stuðla menniskjum í truplum støðum.

Samstundis standa vit eisini frammanfyri nýggjum avbjóðingum.

Vit gerast alsamt fleiri eldri – ikki minst tá vit nú ungu verða eldri, samstundis sum fleiri hava samansettar tørvir, og tørvurin á samstarvi og nýhugsan innan almannaøkið økist.

Almannaverkið fer at halda fram við at vera ein lyklaspælari at loysa hesar avbjóðingar – við fakligheit, við samfelagssinni og við menniskjansligum virði í miðdeplinum.

Í dag gleða vit okkum eisini um eina spennandi skrá, sum lýsir hesi fimmti árini.

Takk til tykkum, sum hava fyrireika dagin so væl. Her er nógv ymiskt og spennandi á skránni í dag: framløgur, framsýningar, pallborðskjak, sjónleikur og ikki minst endar dagurin her í Norðurlandahúsinum við einum tónleikabraki – og tað gleði eg meg til!

Hetta verður heilt víst ein dagur at minnast – og at fegnast um!

Eg vil enda við at siga:

Hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 50 árunum, Almannaverkið!

Takk fyri tað stóra arbeiðið, tit hava gjørt – og góða eydnu á leiðini víðari.

Við hesum seti eg hátíðarhaldið fyri 50 ára dagin hjá Almannaverkinum!

 

Takk fyri.