19.04.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Almannaverkið letur varisliga uppaftur

Almannaverkið letur varisliga uppaftur

Mánamorgunin 20. apríl verða nøkur av tiltøkunum, sum Almannaverkið síðani 16. mars hevur havt móti Koronasmittuni, aftur linkað.

Í samráði við Epidemi nevndina, verða ymisk tilboð stigvíst latin upp, so viðskiftafólk hjá Almannaverkinum aftur kunnu sleppa í holt við sín vanliga gerandisdag.

Tveir høvuðstættir eru galdandi fyri hesa varligu og skynsomu upplating:

  • Teir borgarar, sum hava mist tænastur og sum tola at koma í samband við onnur, skulu fáa sína tænastu aftur.
  • Samstundis er tað ómetaliga týdningarmikið, at tey, sum eru serliga viðkvom í mun til Korona sjúkuna, og sum skulu verjast, verða væl vard.

So hetta snýr seg um frælsi, samstundis sum tað snýr seg um trygd.

Vit vilja basa hesari smittuni, so vit aftur fáa tað opna samfelagið, vit kenna. Skal hetta eydnast, mugu vit øll standa saman,
sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Síðani 16. mars hava frítíðartilboð, dagtilboð, vard verkstøð og  umlættingarstovnar  verið stongd.

Skerjingarnar hava rakt nógv av okkara viðskiftafólkum og teirra avvarðandi, tí brádliga bar ikki til at fara til arbeiðis á vardum verkstaði ella fara til frítíðartilboðið, sum man plagdi.

Nú linkar Almannaverkið so aftur tiltøkini, og fylgir samstundis neyvt við støðuni.

Broytingarnar standa fyribils við til 4. mai, tá støðan verður eftirmett.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Sí nágreiniliga ætlan fyri upplating á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum