Almannaverkið og Almannamálaráðið undirskrivað mál- og avrikssáttmála

Almannaverkið og Almannamálaráðið hava í dag undirskrivað mál- og avrikssáttmála fyri 2014
Endamálið við avrikssáttmálanum er at:
- veita borgarunum best møguliga tænastu
- gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
- tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir
Almannaverkið er stovnur, sum er úrslit av samanlegging av stovnunum Almannastovan og Nærverkið. Tilgongdin í samanleggingini byggir á:
Borgarin:
» Ein hurð inn í Almannaverkið – tað skal vera einfalt fyri borgaran
» Borgarin skal vera í miðdeplinum
Arbeiðshættir:
» Fyribyrgjandi og mennandi arbeiði
» Samstarv tvørturum fak og myndugleikar
» Virkisætlanir
» Starvsfólk við viðkomandi førleikum
Úrslit :
» Borgarin megnar egið lív
» Størri gjøgnumskygni og størri rættvísi í fyrisitingini
» Meiri fyri minni
Almannaverkið umsitur 1.658.524 tús. kr. av løgtingslógini fyri 2014, harav 651.438 kr. er rakstrarjáttan, 1.000.580 kr. er lógarbundin játtan, og 6.506 kr. er stuðulsjáttan. Avrikssáttamálin snýr seg í størstan mun um rakstrarpartin í stovninum og fyrisitingarliga partin av teim lógarbundnu útreiðslunum.
Í Almannaverkinum starvast dagliga 1.700 starvsfólk, og Almannaverkið veitir áleið 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting.
Fyri at gera tað einfalt fyri borgaran, er Almannaverkið skipað í fýra deplar við hvør sínum depilstjóra og deildarleiðara. Bygnaðurin hevur tað eyðkenni, at starvsfólkini skulu vera smidlig, soleiðis at fakligi førleikin verður gagnnýttur á besta hátt, við fáum leiðarum og greiðum uppgávubýti.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.
Avrikssáttmálin kann lesast her