26.02.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Almannaverkið og Almannamálaráðið undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2015

Almannaverkið og Almannamálaráðið undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2015

Almannaverkið og Almannamálaráðið hava undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2015. Endamálið við avrikssáttmálanum er at:

  • veita borgarunum best møguliga tænastu
  • gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
  • tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sosialum skipanum.

Høvuðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum eru:

  • Sosialráðgeving: Hvørja viku ringja 1.000-1.500 fólk og Almannaverkið móttekur uml. 500 skriv um vikuna

  • Menningartænastur: 750 borgarar tørva endurmenning fyri at klára seg sjálvi aftur. 6.000 hjálpartól eru útleigað

  • Trivnaðartænastur: Samanlagt verða uml. 750 tænastur veittar og eru hesar býttar á 165 bústaðir, 160 verkstøð, 190 onnur dagtilboð, 230 fáa stuðul og 21 eru undir barnavernd

  • Fíggjarligar veitingar: Hvønn mánað verður rindað 15.000 veitingar uppá tilsamans 80-90 mió. Veitingarnar eru pensjónir, forsorg, dagpeningur, barnagjald o.a.

Almannaverkið umsitur 1.357.766 tús. kr. av løgtingslógini fyri 2015, harav 311.141 tús. kr. er rakstrarjáttan, 1.042.825 tús. kr. er lógarbundin játtan, og 3.800 tús. kr. er stuðulsjáttan.

Avrikssáttamálin snýr seg í rakstrarpartin í stovninum og fyrisitingarliga partin av teimum lógarbundnu útreiðslunum. Í Almannaverkinum starvast dagliga uml. 750 starvsfólk.

Fyri at tryggja at sáttmálin í nóg stóran mun fevnir um alt virksemið hjá Almannaverkinum, verður fyri tey ymisku málini tikið útgangsstøði í høvuðsuppgávunum. Tað verður tí ásett mál fyri hvørja av høvuðsuppgávunum hjá stovninum:

  • Sosialráðgeving: Strategiskur málsetningur í 2015: Tað skal vera einfalt fyri borgaran – Almannaverkið ber kompleksitetin. Málið: Tann góða tilgongdin verður sett í verk

  • Menningartænastur: Strategiskur málsetningur í 2015: Borgarin skal í størst møguligan mun klára seg sjálvan. Málið: At kunna veita betur og effektivari tænastu til borgarar, sum hava tørv á hjálpitólum og endurvenjing

  • Trivnaðartænastur: Strategiskur málsetningur í 2015: At borgarin hevur sjálvsavgerðarrætt. Málið: Allar eindir, uttan eind 9 og 10, skulu skipa borgara-/ avvarðandiráð í 2015. Endamálið er at geva borgarunum størri ávirkan.

  • Fíggjarliga veitingar: Strategiskur málsetningur í 2015: Skynsom umsiting av fíggjarligum veitingum. Málið: Allar viðgerðir og veitingar verða avgreiddar elektroniskt gjøgnum Heildarskipanina.

Almannaverkið letur Almannamálaráðnum skrivliga frágreiðing um avrikini í seinasta lagi 1. mars 2016.

Ásetingar í hesum sáttmála verða umrøddar á regluligum fundum millum Almannaverkið og Almannamálaráðið. verða fyritreytirnar munandi broyttar, eftir at hesin sáttmálin er undirskrivaður, kann samráðast um hann av nýggjum, ella hann verður tillagaður, um partarnir eru samdir um tað.

Avrikssáttmálin kann lesast her

Avrikssáttmálar Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.