Í dag eru 23 ár liðin síðani, at aðalfundurin hjá Sameindu Tjóða samtykti sáttmálan um rættindi barnanna. Í 1993 tók Løgtingið avgerð um at strika danska fyrivarnið fyri Føroyar, og síðani hava skiftandi landsstýri arbeitt miðvíst við at styrkja rættindini hjá føroyskum børnum sambært sáttmálanum.
Tó er enn nakað á mál. Í fjør vóru Føroyar á fyrsta sinni til próvtøku hjá ST um í hvønn mun Føroyar lúka ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum. ST-nevndin um barnarættindi vísti í niðurstøðu sínari á nøkur viðurskifti, ið ikki vóru nøktandi. Nú gott ár eftir próvtøkuna kann staðfestast, at átøk eru framd ella eru í umbúna á fleiri av teimum økjum, sum vórðu fyri atfinningum.
Millum átøkini kunnu nevnast, at stig eru tikin til at stovna eitt óheft barnaumboð sambært sonevndu Paris meginreglunum, og í vár bleiv fráboðanarskyldan herd, tá ið løgtingið samtykti broytingar í barnaverndarlógini.
Nevndin hevði eisini viðmerkingar til viðurskiftir í sambandi við harðskap móti kvinnum og børnum í Føroyum og vísti á, at tørvur var á serligum tiltøkum í sambandi við harðskap. Síðani tá er heildarætlan gjørd á økinum, og samskipari er settur at seta átøkini í heildarætlanini í verk.
Somuleiðis legði ST nevndin dent á, at føroyskir myndugleikar við lóg mugu tryggja øll rættindi sambært sáttmálanum, at fylgisáttmálin um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnapornografi verður settur í gildi fyri Føroyar. Landsstýrið hevur júst lagt seinastu hond á fylgisáttmálan og verður hann borin løgtinginum ein av komandi døgunum.
Fáa fleiri hagtøl um barnafátækradømi
ST nevndin hefti seg eisini við vantandi hagtøl um barnafátækradømi. Síðani seinastu frágreiðing til ST, so er stóra fólkateljingin Manntal framd. Við fólkateljingini fáa vit fleiri lyklahagtøl fyri føroysku húsarhaldunum, samansetingina í húsarhaldunum, umframt hagtøl fyri inntøkuviðurskiftini hjá hesum húsarhaldum. Ætlanin er, at fólkateljingin kann fáa til vega hagtølini, sum ST nevndini spyr eftir.