Í dag eru 20 ár síðani, at ST sáttmálin um rættindi barnanna varð settur í gildi í Føroyum. Tað var í 1993, at Løgtingið tók avgerð um at strika danska fyrivarni fyri Føroyar og síðani hava skiftandi landsstýri arbeitt miðvíst við at styrkja rættindini hjá føroyskum børnum sambært sáttmálanum.
Í 2011 vóru Føroyar á fyrsta sinnið til próvtøku hjá ST um í hvønn mun Føroyar liva upp til ásetingarnar í barnarættindasáttmálanum. Hóast Føroyar sum heild fingu góð skoðsmál, so vísti ST-nevndin um barnarættindi í niðurstøðu sínari eisini á viðurskifti, ið ikki vóru nøktandi. Amnesty Føroyar vísti á barnarættindadegnum í 2012 á hesar átta viðmerkingar frá Barnarættindarnevndini.
• Fráboðanarskylda í verki
• Serlig tiltøk í samband við harðskap
• Hagtøl um barnafátækradømi og um kynsliga misnýtslu av børnum
• Barnaumboð
• Fylgisáttmáli um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnaporno
• Heildarætlan fyri íverksetan av barnarættindum í føroyskari lóggávu
• Frálæra í Barnarættindasáttmálanum
• Fígging til útbúgving og góða sálarliga heilsu
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur miðvíst arbeitt fyri at fremja átøk á teimum økjum, sum vóru fyri atfinningum. Fleiri eru longu sett í verk og og onnur eru í umbúna.
• Á vári 2012 varð fráboðanarskyldan herd, tá ið løgtingið samtykti broytingar í barnaverndarlógini og seinni varð skipað fyri kunningarfundum kring alt landið um evnið.
• Í mun til viðmerkingarnar frá nevndini til viðurskiftir í sambandi við harðskap móti kvinnum og børnum í Føroyum og vísti á, at tørvur var á serligum tiltøkum í sambandi við harðskap. Síðani tá er heildarætlan gjørd á økinum og samskipari er settur at seta átøkini í heildarætlanini í verk.
• Somuleiðis er í umbúnað at gera eina heildarætlan um kynsligan harðskap í Føroyum. Heildarætlanin skal viðgera tey átøk sum eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera seinárin eftir kynsligan ágang. Her tosa vit um átøk bæði fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi, umframt viðgerðartilboð fyri skemmaran og hjálp til familjur teirra.
• Fyri jól letur eitt føroyskt Barnahús upp til børn, sum hava verið fyri kynsligu ágangi ella øðrum harðskapi. Heldur enn børn, ið hava verið fyri kynsligan harðskap skulu reika ímillum myndugleikar, frá sálarfrøðingi, til løgreglu, til lækna v.m. so skulu hesir myndugleikar koma til barnið og gera tær neyðugu kanningarnar undir barnavinarligum umstøðum.
• Ein uppgáva hjá Barnahúsinum verður eisini, at fáa til vega neyv hagtøl um kynsliga ágangi í Føroyum.
• Somuleiðis hevur landsstýriskvinnan í almannamálum fingið fígging til Løgtingsins umboðsmann, so setast kann á stovn eitt óheft barnaumboð sambært sonevndu Paris meginreglunum. Tann 3. mai í 2012 varð fylgisáttmálin um sølu av børnum, barnaprostitutión og barnapornografi samtyktið Løgtingið einmælt at seta fylgisáttmálan í gildi fyri Føroyar.
Status er sostatt, at ítøkilig átøk eru framd í mun til flestu viðmerkingarnar frá serligu Barnarættindanevndini hjá ST. Næsta frágreiðing skal latast inn til ST í 2016 og eru fyrireikingarnar so smátt farnar í gongd. Í hesum sambandi fer Annika Olsen, landsstýriskvinna, í næstum at taka upp spurningin um at gera heildarætlan fyri íverksetan av barnarættindum í føroyskari lóggávu í landsstýrinum.