03.12.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Altjóða brekdagur hátíðarhildin

Altjóða brekdagur hátíðarhildin

Í dag er altjóða brekdagur. Aftur í ár skipaðir MBF, Ráðið fyri Brekað og Almannamálaráðið fyri almennum tiltakið, sum hevur verið seinnapartin í dag í Norðurlandahúsinum.

Landsstýriskvinnan, Annika Olsen var fram røðu, sum er niðanfyri.

Góðan dag øll somul,
Fyrst av øllum fari eg at takka fyrireikarunum úr MBF og Ráðnum fyri Brekað, at tit, saman við Almannamálaráðnum, aftur í ár skipa fyri almennum tiltaki á altjóða brekdegnum, har vit fáa høvi at hátíðarhalda dagin.

At vit á henda hátt fái høvi at steðga á, samstundis sum ljós verður varpað á rættindi teirra, ið bera brek, er bæði umráðandi og týdningarmikið.

Dagurin í dag er samansettur við eini áhugaverdari skrá, har vit fara at hoyra um gerandisdagin hjá eini familju í Føroyum, vit fara at fáa innlit í avbjóðingunum hjá hoyritarnaðum, vit fáa nýggjan íblástur um, hvussu til ber at arbeiða ítøkiliga við atkomu, og vit fara at hoyra um ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Ein spennandi og samansett skrá, sum vónandi gevur okkum øllum okkurt at hugsað um, sum altíð er gott – serliga hjá okkum, sum eru vald at skipa fyri og taka avgerðir, soleiðis at rættindi, hjá teimum, ið bera brek, vera vard.

Í ár hava Føroyar á fyrsta sinni verið til hoyring í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Sum tit longu helst vita, tóku Føroyar undir við Breksáttmálanum í 2009. Hetta var tá eitt stórt framstig á økinum, sum øll fegnaðust um.

Hoyringin í ST var í september, og úrslitini vórðu almannakunngjørd stutt eftir. Føroyar fáa bæði rís og rós frá ST-nevndini um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Um eina løtu fer Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, at greiða nærri frá niðurstøðunum, meðan eg fari at hugleiða eitt sindur um týdningin av, at Føroyar eru partur av Breksáttmálanum, og hvørjar ætlanirnar liggja fyri framman.

Breksáttmálin er eitt týdningarmikið amboð at betra um viðurskiftini hjá fólki, ið bera brek, men ein sáttmáli stendur ongantíð einsamallur, og ikki minst hevur tilgongdin at lata frágreiðing til ST og hoyringin í Genéve, stóran týdning.

Tilgongdin við hoyringini og niðurstøðan frá ST eru av álvara við til at varpa ljós á rættindini hjá teimum, ið bera brek í Føroyum. Og eg vænti, at vit av sonnum fara at síggja, at Breksáttmálin er annað enn ein ætlanaryvirlýsing og føgur orð.

Samanspælið millum lítlu Føroyar og ST, ið er tann størsti felagskapurin, ið virkar fyri friði, fíggjarligari og sosialari framgongd í heiminum, og sum fevnir um 192 limalond, hevur ómetaliga stóran týdning.

Tí tað er í samanspælinum millum Føroyar og ST, millum landsstýrið og áhugafeløg, millum politikarar og borgarar, at framgongdin liggur. Tað er hetta samanspælið, ið hevur stóran týdning í mun til at betra um viðurskifti teirra, ið bera brek.

Fleiri átøk eru framd eftir, at sáttmálin kom í gildi. Nevnast kunnu m.a. Lóg um at banna mismuni vegna brek á arbeiðsmarknaðinum, Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk og Kunngerð um atkomuviðurskifti.

Og hóast nógvir glottar eru at hóma, er enn langt á mál, til at vit kunnu siga, at Føroyar fult og heilt kunnu liva upp til ST sáttmálan fyri fólk við breki.

At Føroyar hava verið til hoyring í Breksáttmálanum er ein týðandi liður í at menna økið. Við niðurstøðunum frá ST kunnu vit seta okkum meira ítøkilig mál fyri, hvat vit skulu røkka komandi fimm, tíggju og 20 árini.

Eins og vit gjørdu tað, tá vit vóru til próvtøku í ST Barnarættindasáttmálanum, har vit miðvíst hava funnið loysnir á teimum atfinningum, ið ST hevði til Føroyar, so fara vit eisini at gera tað, nú niðurstøðurnar frá ST eru komnar í mun til rættindi teirra, ið bera brek.

Stórar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum. Stórur tørvur er á at útvega nøktandi bútilboð, umframt at lóggáva og aðrar reglur skulu endurskoðast. Arbeiðið at endurskoða lóggávu og reglur er byrjað við at rammuásetingar um vardar bústaður, virknistænastur og bú- og viðgerðartilboð eru dagførdar.

Á bústaðarøkini er nógv hent seinnu árini, hóast vit enn ikki eru komin á mál. Vit fingu ein bústaðarpolitikk í 2012, har dentur er lagdur á, at bygt verður eftir tørvinum og endamálinum á teimum, sum skulu búgva á bústovnunum, og har ráðandi hugtakið er inklusión.

Fleiri byggiætlanir hava verið og eru í gongd. Í seinastu viku varð Sambýlið til fólk við sjálarsjúku í Havn handað Almannaverkinum, og í komandi viku verður Depil til fjølbrekað í Runavík liðugur. Tilsamans 24 vardir bústaðir verða bygdir í Klaksvík og Runavík, og 8 íbúðir í búfelagsskapi verða somuleiðis bygdar í Klaksvík.

Virknis- og umlættingardepil til børn og ung verður bygdur á Sandoy og verður liðugur í 2016, og farið er undir fyrireikingarnar at byggja eitt sambýli í Havn.

Føroyar hava eina svarta fortíð, har tað var siðvenja at senda fólk av landinum, sum ikki rúmaðust í samfelagnum. Hetta er tíbetur broytt. Í dag kann eg gleðiliga staðfesta, at vit hava fingið nærum øll børnini heimaftur, sum eru send av landinum í nýggjari tíð, tí hóaskandi tilboð ikki var til teirra í Føroyum. Gamaní eru tað byrjunartrupulleikar, men stoltleikin hjá einhvørjari tjóð er at kunnu taka sær av øllum sínum børnum, óansæð trupulleikar. Arbeiðið at bøta um umstøðurnar heldur áfram, og farið verður nú undir at dagføra verandi lóggávu á trivnaðarøkinum.

Ætlanin er at fáa eina tænastulóg, sum m.a. hevur ásetingar um sernámsfrøðiligar menningarætlanir fyri einstaka borgaran, at dagføra stuðulsskipanir, og gera greiðar reglur um eftirlit við teimum tænastum, ið verða veittar.

MBF vísti í síni skuggafrágreiðing á, at Føroyar vanta eina miðsavnandi eind, sum tryggjar, at rættindini sambært sáttmálanum fyri fólk, sum bera brek, verða framd í verki. Eisini varð víst á, at vit í Føroyum hava tørv á at fáa eina brekpolitiska ætlan, ið gongur tvørtur um myndugleikaøkini og sum hevur greiðar málsetningar.

Løgmaður hevur gjørt av, at Almannamálaráðið skal vera henda miðsavnandi eindin, og skal standa á odda fyri at samskipa arbeiðið at gera eina samlaða brekpolitikiska ætlan fyri Føroyar.
Talan eru sostatt um tvær uppgávur, sum Almannamálaráðið hevur fingið ábyrgdina av.
Almannamálaráðið skal tryggja, at rættindi sambært sáttmálanum verða framd í verki – óansæð hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av hesum. Hetta verður millum annað gjørt við at gera neyðugar lógarbroytingar, virkisætlanir, luttaka í rapporteringum til ST, tryggja at tilmælini frá ST verða fylgd upp, og at samskipanin á økinum er so góð sum gjørligt.

Hin uppgávan, ið er at gera eina samlaða brekpolitiska ætlan fyri Føroyan meti eg er ein spennandi og týðandi uppgáva. Eg ætli mær, saman við hinum landsstýrisfólkunum, at stinga út í kortið ein brekpolitikk fyri tey komandi 20 árini. Ein ætlan, við ítøkiligum málum og raðfestingum um, hvussu vit loysa avbjóðingarnar á økinum, eitt nú við atkomuviðurskiftum, bústaðartilboðum, skúlatilboðum, stuðulstilboðum og øðrum.

Tað, sum er umráðandi at hava í huga, er at hóast at Almannamálaráðið hevur fingið hesa uppgávu, er tað framvegis avvarðandi landsstýrisfólk, sum hava ábyrgd við sínum øki.

Breksáttmálin fevnir um flestu lívsins viðurskifti. Breksáttmálin hevur til endamáls at tryggja fólki, ið bera brek atkomu og luttøku í øllum samfelagsviðurskiftum á jøvnum føti við onnur.
Breksáttmálin fevnir sostatt ikki bert um at veita fólk, ið bera brek, fíggjarligan ella praktiskan stuðul, ið Almannamálaráðið varðar av, ella røttu viðgerðina, ið Heilsumálaráðið varðar av, ella viðkomandi og neyðuga útbúgving og menning, ið Mentamálaráðið varðar av.
Nei, breksáttmálin er eins viðkomandi fyri alt samfelagið, og skulu vit røkka málinum at tryggja teimum, ið bera brek mannarættindi og grundleggjandi frælsið á jøvnum føti við onnur, er fyrsta stigið á leiðini, at vit øll taka hesa ábyrgdina á okkum.
Og tað er júst hetta, ið eg vil virka fyri, nú savnandi og samskipandi eindini er staðsett í Almannamálaráðnum.

Eitt er vist, at skulu vit røkka málunum í ST sáttmálanum, er alneyðugt, at vit seta okkum greið mál tey komandi árini fyri, hvat vit vilja røkka innan tey ymsu málsøkini.

Eg fari at enda at nýta høvi at takka MBF og undirliggjandi feløg fyri frálíku skuggafrágreiðingina til ST. Samstundis fari eg at takka MBF og Ráðnum fyri Brekað fyri áhaldandi arbeiði tykkara at gera vart við tørvin hjá fólki, ið bera brek, og fyri ta konstruktiva samskifti, sum er okkara ímillum, tí tað er ígjøgnum dialog og samstarv millum viðkomandi partar, at vit saman røkka málunum.
At bera brek er ein avbjóðing í sær sjálvum, men størsta brekið er ofta manglandi vitanin og tilvitanin frá samfelagnum um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek.

Latið okkum bøta um hetta brek – tástani hava vit bøtt mundandi um umstøðurnar hjá okkara borgarum, ið bera brek.

Við hesum orðum fari eg at ynskja okkum øllum ein góðan seinnapart, og gleði eg meg at hoyra tær áhugaverdu og spennandi framløgurnar.

Takk fyri!
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum