26.11.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Altjóða dagurin móti harðskapi móti kvinnum

Altjóða dagurin móti harðskapi móti kvinnum
1 / 4

Í gjár varð skipað fyri tiltaki í Smæruni í sambandi við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, beyð vælkomin og legði fyri við røðu, har hon millum annað segði:



At basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa. Áhaldandi mugu vit raðfesta, bæði í mun til at fyribyrgja og at steðga harðskapinum. Og ikki minni við áherðslu á eini hugburðsbroyting.

Tvær framløgur vóru á skrá. Hin fyrra við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, sum greiddi frá royndunum úr Kvinnuhúsinum. Tað var sera upplýsandi og gevandi at hoyra. 

Seinnu framløguna stóðu Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig fyri, sum hava skrivað kandidatrigerð um samtykki í sambandi við sex og lóggávuna á økinum. Tær løgdu fram við støði í kandidatritgerðini, bæði við royndum úti úr heimi, har broytingar eru framdar og frá okkara egnu støðu í Føroyum.

Eftir framløgurnar var pallborð, har tær, sum høvdu hildið framløgur, umframt Jóhan Dahl, løgtingslimi og Kristianna Winther Poulsen, politikkari, vóru við, og sum Rógvi Olavson leiddi okkum væl ígjøgnum. Kjakið var gott og fleiri viðkomandi evnir vórðu viðgjørd.

Nógv fólk høvdu leitað sær í Smæruna at lýða á, og fleiri fylgdu eisini tiltakinum á stroymingini, sum til ber at síggja her: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum 25. november 2021 í Smæruni í Tórshavn

Tað vóru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið, sum skipaðu fyri tiltakinum.

Til ber at lesa røðuna hjá landsstýriskvinnuni niðanfyri her:

I dag er 25. november og Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Eitt av mínum ábyrgdarøkjum sum landsstýriskvinna er harðskapsøkið. Tí fegnist eg stórliga um, at hetta tiltakið, eisini í ár, bleiv veruleiki.

Gott at til ber at hittast her. Og samstundis at gleðast um, at tiltakið eisini verður stroymt. So eru vit fleiri, ið kunnu fylgja hesi spennandi skrá, sum løgd er fyri dagin. Vælkomin til tykkum øll!

Hóast nógv er ment rætta vegin seinastu árini, so er neyðugt, at vit alla tíðina taka av møguleikanum, at fáa eitt enn betri innlit í økið. Og við støði í hesum eisini rúma tí neyðuga kjakinum, sum flytur menningina longur fram á leið.

Fyrstu stigini til at seta gongd á arbeiðið við at basa harðskapi, vórðu tikin á ársdegnum, fyri júst 11. árum síðani. Árið eftir varð Heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum løgd fram. Politiska skipanin megnaði, tvørturum floksmørk, at samstarva um og raðfesta hetta arbeiðið. Tá lá økið hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum, Jóhan Dahl.

Í framhaldi av hesi verkætlan kom so Heildarætlan um kynsligan ágang. Aðalmálið við hesum verkætlanum hevur verið, at harðskapur ikki eigur at vera partur av lívinum hjá nøkrum borgarum, heldur ikki her á landi.

Í mai mánað í ár varð fyrsta kanningina innan harðskapsøkið í Føroyum, løgd fram. Hon lýsir støðuna við harðskapi og árin av harðskapi fyri økini: likamligur, kynsligur og sálarligur harðskapur. Og ásannast má, Føroyar eru einki undantak

At basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa. Áhaldandi mugu vit raðfesta, bæði í mun til at fyribyrgja og at steðga harðskapinum. Og ikki minni við áherðslu á eini hugburðsbroyting.

Ætlanin var, at hava tríggjar framløgur, har fyrstu framløgan var við Evu Bertelsen, ph.d., ið skuldi varpað ljós á “Seksuellan harðskap í parlagi”. Orsakað av veðri er hetta tíverri ikki møguligt. Men vit kunnu tó síggja fram ímóti, at hon luttekur á ráðstevnuni NORDISKE KVINDER MOD VOLD í mai mánað komandi ár, her í Føroyum, sum Kvinnuhúsið er við til at fyriskipa.

Fyrsta framløga verður tí við Kathrinu L. Holm, sálarfrøðingi og traumaserfrøðingi, ið fer at tosa um royndirnar úr Kvinnuhúsinum, har hetta sama økið heldur ikki er ókent. Tí er tað gott, at vit fáa nærri kunning um hetta og gleða vit okkum at lýða á, Kathrina.

Seinastu framløguna taka Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig, sær av. Tær hava skrivað kandidatritgerð um átakið #Samtykki, sum flest okkara kenna. Hugaligt at okkara ungu lesandi taka fatur í aktuellum evnum, hiðani heima hjá okkum sjálvum. Tykkara íkast verður spennandi at hoyra, Gunnhild og Erla.

Eftir ein steðg fara vit víðari við einum pallborðskjaki, við luttøka av politikarum og fakfólki. Tað verður spennandi at fylgja við í og hoyra teirra støðu til økið. Takk fyri til tykkum øll, sum hava játtað at verið við í pallborðinum.

Og ikki minst til Rógvi Olavson, ið fer at leiða okkum ígjøgnum hesa spennandi skránna.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi millum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið. Eg fegnist um, at tit taka stig til hetta. Tí soleiðis eru vit við til at flyta økið víðari fram á leið. 1000 takk skulu tit hava fyri tað.

Takk fyri og enn einaferð hjartaliga vælkomin!