Í dag 3. desember er altjóða dagur teirra brekaðu. Endamálið við degnum er at fremja forstáilsi fyri umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, umframt at fáa varpa ljós á javnbjóðis rættindini teirra brekaðu at luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Landsstýriskvinnan í almannamálum er farin undir arbeiðið at gera arbeiðsmarknaðin rúmligari. Til tess skulu ábøtur fremjast, so at fólk við skerdum førleika í so stóran mun sum gjørligt, kunnu gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum. Yvirskipaða málið við rúmliga arbeiðsmarknaðinum er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum – eisini persónum við breki, sjúku ella sosialum trupulleikum.
Fyri at røkka hesum máli er landsstýriskvinnan verða sosialu skipanirnar, ið hava týdning fyri rúmliga arbeiðsmarknaðin, sum t.d. skipanirnar við endurbúgving og vardum størvum, endurskoðaðar. Almannaverkið skal tryggja rammurnar fyri rúmliga arbeiðsmarknaðin við vælvirkandi stuðulsskipanum, tá ið hesar eru neyðugar.
Tað er tó eisini umráðandi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum átaka sær skyldur og sína ábyrgd fyri at gera arbeiðsmarknaðin meiri rúmligan, og Rósa Samuelsen er eisini sannførd um, at partarnir eru sinnaðir til hetta.