
Norðurlendska marknaforðingarráðið hevur sín árliga kick-off fund í Føroyum í hesum døgum, har ráðið fer at raðfesta hvørji átøk ráðið serliga skal virka fyri at fáa loyst í 2015.
Marknaforðingarráðið hevur til endamáls at virka fyri at beina burtur forðingar, soleiðis at bæði fólk og fyritøkur frítt kunnu flyta og virka millum Norðurlond.
Marknaforðingarráðið hevur umboð úr øllum norðurlondum, umframt at Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið hevur umboð í ráðnum. Les meira um Marknaforðingarráðið her
Annika Olsen, norðurlendskur samstarvsráðharri hitti ráðið og greiddi frá støðu Føroya í hesum sambandi. Lesið røðuna her