Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur í dag hitt starvsbróðir sín Guðbjart Hannesson, á fundi í Reykjavík.
Endamálið við fundurin var at umrøða avbjóðingar í sambandi við ætlan landsstýrisins at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
Ísland hevur somu avbjóðingar á økinum, bæði hvørjum viðvíkur kommunalu eindunum, uppgávubýti millum land og kommunur eins og demografisku støðuni.
Ráðharrarnir avtalaðu at hava tætt samstarv á ráðharrastigi eins og slóðað varð fyri tøttum samstarvi millum embætisverkini. Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2014, og fara embætisfólkini hjá báðum pørtum at hittast í næstum.