30.11.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

Annika Olsen setur altjóða handikapdagin

Komandi leygardag, tann 3. desember, er altjóða handikapdagur. Hátíðarhald verður í Løkshøll í Runavík, og tað verður Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum skal seta dagin.

Á skránni verða fyrilestrar, tónleikur og orðaskifti. Tiltakið er ókeypis.

Skráin er henda:

Kl. 14.30 Kaffi & bókasøla: Tey bæði - trúfesti og fullkomin friður. Hanus Samró
Kl. 15.00 Barbara á Tjaldrafløtti: Vælkomin og stutt framløga av handikapsáttmálanum á lættlisnum máli.
Kl. 15.05 Annika Olsen, landsstýriskvinna setur dagin
Kl. 15.15 Tóra við Keldu: Hvat var tað eg gjørdi?
KL. 15.40 Tónleikur: Kristina Bærendsen & Beddi
Steðgur Kaffi, køkur og frukt (ókeypis)
Kl. 16.20 Lisbeth Zornig Andersen: Arbeiðsmarknaður og brek
Kl. 17.00 Orðstýrarin tekur samanum og setur spurningar
Kl. 17.20 Leila Solmunde: Endar dagin

Orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

Teknmálstulkar eru við til fundin