23.01.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Arbeiðsbólkur handaði Anniku tilmæli um eldrapolitikk

Arbeiðsbólkur handaði Anniku tilmæli um eldrapolitikk

Í dag handaði arbeiðsbólkur landsstýriskvinnuni í almannamálum tilmæli um eldrapolitikk við heitinum “Trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska. Tað var skrivarin og formaðurin í arbeiðsbólkinum, Jóhan Pauli Helgason, sum greiddi frá og sum eisini handaði landsstýriskvinnuni álitið.

Endamálið við at orða ein føroyskan eldrapolitikk er yvirskipað at gera greitt, hvørji mál og mið Føroyar eiga at hava á eldraøkinum; at vera ein leiðbeinari fyri framtíðina. Politikkurin eigur soleiðis at verða útgangsstøðið og grundarlagið undir teimum politisku avgerðunum og teimum tiltøkum, sum frameftir verða sett í verk á eldraøkinum.

Sambært álitinum byggir framtíðar eldrapolitikkur á fýra berandi súlur, sum eru at tryggja teir karmar, sum kunnu stimbra, at eldru borgararnir í Føroyum kunnu liva eitt trygt og gott lív. At teir borgarar sum hava tørv á hjálp, fáa eina dygdargóða tænastu, sum tekur atlit til sjálsavgerðarrætt og virðileika hins einstaka. At stuðla einstaka borgaranum í at vera sum longst í egnum heimi og at byggja brýr millum ung og gomul og harvið at styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini.

Nøkur tilmælir úr álitinum

  • Mælt verður tí til, at greiða verður fingin á myndugleikaviðurskiftunum á økinum so vald og gjald fylgist at. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri øktari menning og framtakssemi á eldraøkinum.
  • Av tí, at demografiska gongdin hevur við sær stórar avbjóðingar fyri tænastustøðið á eldraøkinum, verður mælt til, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti einum fíggjarligum burðardyggum eldraøki, samstundis sum tænastan verður løgd til rættis í mun til eina starvsfjøld, sum støðugt minkar.
  • Mælt verður til, at tænastan á eldraøkinum verður skipað á ein so smidligan hátt sum til ber og at samband er millum tørv borgarans og tey tilboð, sum borgaranum stendur í boði.
  • Mælt verður til, at tað í størst møguligan mun stendur eldru borgarar landsins í boði, at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, tí hetta er eisini við til at stimbra virkisførleika og heilsu hins einstaka, samstundis sum tilknýtið til arbeiðsmarknaðin er við til at varð-veita sosial sambond. Harafturat kann eldra ættarliðið, við sínum royndum og vitan, vera eitt týdningarmikið íkast bæði til arbeiðsplássið og búskapin.
  • Mælt verður til, at samstarvið við tey avvarðandi, verður ein sameindur partur av eldrarøktini og at hetta samstarv verður kjølfest í ynskjunum hjá báðum pørtum. Tey avvarðandi eiga at verða viðurkend fyri teirra lut í mun til røkt og umsorgan.
  • Tað er týdningarmikið, at tað sjálvbodna arbeiðið verður stuðlað og stimbrað, og fær bestu karmar at virka undir. Tí verður mælt til, at samstarvið og samskiftið millum partarnar á økinum verður styrkt og samskipað betri enn í dag, til gangs fyri borgara, starvsfólk og hin sjálvbodna.
  • Mælt verður til, at arbeitt verður fyri at fáa ein meiri fjølbroyttan og smidligan bústaðarmarknað í Føroyum, sum kann stuðla málinum um, at eldru borgarar landsins kunnu varðveita sjálvsavgerðarrættin innan teirra egnu bústaðarviðurskifti og hava møguleikan at búgva sum longst í egnum heimi.

Á tingfundinum, sum byrjaði klokkan 11 í dag, legði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fram frágreiðing um eldrapolitikk. Henda frágreiðingin verður grundarlagið undir aðalorðaskiftinum, sum løgtingið fer at hava um eldrapolitikk í næstu viku.

Í arbeiðsbólkinum hava sitið umboð frá kommununum og frá teimum fakbólkum og áhugabólkum, sum á ein og annan hátt arbeiða við eldri borgarum. Í arbeiðsbókinum sótu

1. Gunnleyg Durhuus, Almannaverkið
2. Arne Thorsteinsson og Elisabeth Ellingsgaard, Landsfelag Pensjónista
3. Halldis Joensen, Alzheimerfelagið
4. Ása Holm, Heilsuhjálparafelag Føroya
5. Sunrit Niklasdóttir, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
6. Maibritt Mohr, Heilsurøktarafelagið
7. Marjun Poulsen, Fysioterapeutfelag Føroya
8. Vígdis Nolsøe, Ergoterapeutfelag Føroya
9. Sveiney Sverrisdóttir, Føroya Kommunufelag
10. Eyðun Christiansen, Kommunusamskipan Føroya
11. Jóhan Pauli Helgason (skrivari), Almannamálaráðið

Sí Tilmæli um eldrapolitkk her: Eldrapolitikkur