Arbeiðsmarknaðarreformur: Vegurin til arbeiðsmarknaðin skal breiðkast
Í næstum verður uppskotið um arbeiðsfremjandi tiltøk lagt fyri Løgtingið. Umfatandi lógaruppskotið er ein liður í at loysa eina av størstu avbjóðingunum fyri framman – at framtíðartryggja føroysku arbeiðsmegina. Harumframt er uppskotið ein liður í arbeiðinum at endurskoða forsorgarlógina og at gera føroyska arbeiðsmarknaðin rúmligari.
- Gongdin er, at fleiri fólk eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Hagtølini vísa, at fleiri og fleiri fólk fáa forsorgarveiting vegna sjúku, samstundis sum talið av fólkapensjónistum og fólki í vardum størvum økist. Hetta lógaruppskotið fer vónandi at tryggja, at vit framhaldandi kunnu uppihalda okkara vælferðarskipan, og at so nógv sum gjørligt eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Stendur tað til landsstýriskvinnuna í almannamálum skal leggjast nógv fyri, so vit fáa so góðar og vælvirkandi skipanir sum gjørligt. Skipanirnar skulu bæði virka fyribyrgjandi í mun til óarbeiðsføri og stuðla undir, at eisini tey, sum onkursvegna hava skerdan arbeiðsførleika, fáa betri atgongd til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum annars.
- Eitt aðalmál hjá mær er at fyribyrgja, at fólk enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Útgangsstøðið fyri stuðulskipanirnar á arbeiðsmarknaðinum er, at tað almenna hevur skyldu til at bjóða virkna hjálp sum eitt nú at útvega arbeiði og menna ella endurmenna arbeiðsevnini, soleiðis at viðkomandi kann gerast førur fyri at uppihalda sær og sínum við at arbeiða, heldur Annika Olsen.
Í dag er lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk farin til hoyringar hjá avvarðandi pørtum.
Uppskotið, sum er sent til hoyringar, kann lesast í fullum líki her