30.05.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Astrid rundað tey 100 árini

Astrid rundað tey 100 árini
1 / 2

Seinasta leygardag, 27. mai 2023, var hátíðardagur á Eiði, nú Astrið Poulinu Joensen, vanliga nevnd Astrid, fylti 100 ár. Føðingardagurin varð hildin í Hólmahúsinum á Eiði, og væl av fólki var komið at heilsa uppá Astrid.

Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna og mentamálum hevði leitað sær norður á Eiði og í tí sambandi helt hon eisini røðu fyri Astrid.
Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góða Astrið

Í dag er rættur hátíðardagur her á Eiði, og Merkini veittra húnarhátt nú tygum Astrið rundar tey 100 árini. Ein sermerktur dagur, bæði fyri tygum og øll tygara kæru. At náa so høgan aldur er satt ríkidømi, sum ikki er nógvum unt!

Og eg má siga, at tað er mær ein sera stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi, at verða við til føðingardagin her í Hólmahúsinum á Eiði, og at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Hjartans tøkk fyri tað.

Tygum eru fødd og uppvaksin her á Eiði og hava tygum búð heima við hús til fyri tveimum árum síðani, tá tygum sum 98 ára gomul fóru á Korndalsbýlinum her á Eiði at búgva. Mær eg sagt, at har hava tygum tað so sera gott.
Foreldur tygara vóru bóndahjúnini Olaf og Sigrid í Garði Ellingsgaard. Afturat tygum vóru systkini Óluva, Pedda, Lydia, tvillingarnir Hans Olaf og Jørgin og lítli beiggin Andrew, sum tygum enn hevur hjá tær.
Og nú eru tygum Astrið elsta kvinna á Eiði, og lítli beiggin Andrew er elsti maður her á Eiði.

Part av barndóminum komu tygum at búgva hjá ommuni Lorensu og abbanum Hanus. Tá vóru tygum um fimm ára aldur og tvillingarnir Hans Olaf og Jørgin vóru júst føddir. Her var, sum vera man, so sera gott at vera og vórðu tygum verandi hjá teimum til tygum sum ung genta, fór út at tæna.
Tað var á ungum árum at leiðin gekk til Haldórsvíkar at arbeiða í handli. Og tað var í Vík, at tygum hitti vakra unga mannin, nevndur Andrias í Velinum, og sum tygum sum 21 ára gomul vórðu hjúnavígd tann 10. desember 1944.

Saman fingu tit børnini Hergerð, Sólrun, Óluva, Súsanna og Olaf og eru tygum nú ríkaði við heili 14 ommubørnum, 29 langommubørn og 4 oldurommubørn. Eg havi tað gleði at kenna nøkur av tínum, um ikki nær so eitt sindur. Tey, sum tú, leggja gott eftir seg og byggja land.
Tað er eisini stuttligt at síggja hvussu tíni umrøða tygum. Elskaða mamma, megnar kvinna, høgt elskaða omma og besta vinkona. Hetta er millum orðingarnar, sum tygum verða umrødd við. Man merkir, at her er nærvera og hjartalag millum ættarliðini.

Lagnan leggur leiðina so ymiskt. Tit mistu mammu tykkara tíðliga, hon doyði bert 53 ára gomul. Og longu seks mánaðir seinni doyði eisini tann elsta systur tykkara Óluva, bert 32 ára gomul.
Hetta var sjálvsagt sera hart fyri tykkum sum familja og sorgin var tá sera stór og tung fyri tykkum øll. Hjá tykkum systkinunum var ikki annað at gera enn at bróta upp um armar og hjálpast at og heldur ikki her lá tygara partur eftir Astrid.
Eina serliga vøggugávu hava tygum fingið, við tygara lætta lyndi og at vera skjótt til látur. Eisini hava tygum altíð verið so sera røsk og arbeiddi tygum í nógv ár á Flakavirkinum her á Eiði.

Altíð hava tygum havt eitt serligt hjarta fyri børnum og ikki minst at spæla við tey. Tað er ein serliga gáva. At geva børnum ans og spæla við tey er at geva teimum umsorgan og kensluna av at tey hava týdning. Í spælinum verður tað víst í verki. Tað er nokk eisini tí, at tygum hava so stóran týdning fyri tey nú. Tygum fáa tað aftur, sum tygum hava givið.

Tað var so mangan at tygum eisini sóust spæla saman við børnunum úti á vegnum, bæði við at hoppa band og at lofta. Ein sonn ynskiomma.
Samanumtikið eru tygum ein sera sosialur persónur, og hava tygum altíð dámt so væl at hugna tygum saman við familju og vinum, ikki minst við kortspæli og einum góðum sjavsi.

Títt ídni og dugnasemi vísti seg ikki minst við tíni luttøku í hondbólti.
Eiðis Bóltfelag er eldri enn tygum, við heili 10 árum. Samstundis er Eiðis Bóltfelag enn eitt dømið um tey mongu avrikini, sum eyðkenna Eiðisfólk sum virkisfýs undangongufólk.
Tá farið varð undir at spæla hondbólt á Mølini vóru tygum ein av kvinnunum á liðinum og hava tygum eisini verið við til at vinna landskappingina. So vit mugu siga, at tygum eru ein fyrimynd fyri tað EB-liðið, sum í dag aftur hevur bjóðað seg fram í kvinnuhondbóltinum í Føroyum.

Í tygara lívsskeiði hava verið stórar samfelagsligar broytingar og menningin hevur verið stór. Trupult er at siga, hvør broytingin er tann størsta. Tankar um eina tíð, tá elektrisitetið ikki var komið til Føroyar, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn frystiskáp og áðrenn liðugt gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Ein tíð, áðrenn klokkur vóru á hvørjum skøvningi, ei heldur nakrar órógvandi fartelefonir, sum mangan merkir, at vit nóg illa geva teimum ans, sum vit eru í rúmi saman við.

Jú, tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint við at byggja tjóð. Í øllum hesum arbeiði, er stórur og ríkur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld og Guds ríku signing við einum sálmaørindi hjá Mikkjali á Ryggi.

Tey sum Guðs vilja gera
og elska fólk og land
Tey signing við sær bera,
sum sløkkir haskan brand
Tey lýsa gjøgnum strevið
tey bjarga lond úr neyð
Tey sigra víst, Guð gevi
vit teljast millum tey.

Enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almenna- og mentamálum