30.08.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

At fráboða er at hava umsorgan fyri barninum

Hevur eitt barn ella ein familja tørv á hjálp, má rætta hjálpin setast í verk alt fyri eitt. Hetta var greiði boðskapurin hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, tá ið hon fyrrapartin legði frágreiðingina um at endurskoða barnaverndarlógina fram í løgtinginum.

-Týdningurin av at seta inn tíðliga skal ikki undirmetast. Skal tað verða møguligt at seta inn so tíðliga sum gjørligt, er alneyðugt, at fakfólk fráboða barnaverndartænastuni so tíðliga sum til ber. Tað er tí av alstórum týdningi, at tey fakfólk, sum eru um børnini í gerandisdegnum, eitt nú pedagogar og lærarar, longu undir útbúgvingini fáa neyðugar førleikar at síggja vandatekin og taka hesi í álvara, sigur Rósa Samuelsen.

Landsstýriskvinnan í almannamálum fegnast um, at starvsfólk úr Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Barnaverndarstovuni í løtuni arbeiða við einum felagsátaki, ið skal varpa ljós á fráboðanarskylduna.

-Allur ivi eigur at koma barninum tilgóðar. Ætlanin er tí at herða fráboðanarskylduna. At fráboða er at hava og vísa umsorgan fyri barninum, heldur Rósa Samuelsen.
Landsstýriskvinnan í almannamálum heldur tað er alneyðugt, at børnini verða útgreinað innan rímiliga tíð, so staðfestast kann, hvør rætta hjálpin er. Tað tekur ofta ov langa tíð at fáa børn útgreinað.

-Eg ásanni, at tað eru nøkur stig eftir á mál. Enn vanta viðgerðartilboð og aðrar fyriskipanir, sum skulu lofta børnum, sum av eini ella aðrari orsøk hava tørv á hjálp. Tað tekur tíð at uppbyggja skipanir.
Eg eri nú komin eftir, at vit í Føroyum heldur enn at blíva við at royna at finna fyribils loysnir, har vit so dánt lappa onkur smá hol, seta okkum sum mál, at vit um eini fimm ár hava uppbygt neyðug tilboð og fyriskipanir, vísir landsstýriskvinnan á.

Nú Rósa Samuelsen hevur lagt frágreiðingina um at endurskoða barnaverndarlógina fram í løgtinginum, skulu sambært tingskipanini ganga nakrar dagar, áðrenn sjálvt orðaskiftið byrjar.

Um eina viku, týsdagin tann 6. september, verður farið undir aðalorðaskiftið í løgtinginum.