
Í dag varð farið undir at smíða ta fyrstu føroysku barnalógina, og í hesum sambandi varð ein barna- og ungdómsfrágreiðing handað landsstýrisfólkunum og formanninum í Kommunufelagnum, ið varð av Barnaverkætlanini.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, bar í hesum sambandi fram eina heilsan til tey børnini, ið hava givið sítt íkast til frágreiðingina.
”Góðu tit øll
Takk fyri hesa frágreiðingina.
Eg veit, at tit og yvir 670 onnur børn og ung hava lagt eitt stórt arbeiði í hesa frágreiðing, har tit hava deilt tykkara royndir, tankar og ynskir.
Eg veit eisini, at tit vita hvat skal til fyri at gera lógir og reglur. Tit liva jú í reglum alla tíðina. Tað eru reglur í høllini og á vøllinum. Í Fortnite og Minecraft. Ja, sjálvt tá tit býta lið í skúlagarðinum eru nakrar reglur skaptar kring tað.
Eg haldi tað vera sera gott, at tit hava fingið høvi at geva tykkara meining til kennar. At tit hava kunnað víst á, hvat tit síggja sum rættvíst fyri børn og ung. Tí rættvísi er ikki at fara líka við øllum, men at taka útgangsstøði í hvørjum einstakum. Eitt kent dømi um júst tað er, at tað er ein líka, men ikki rættvís kapping, um mann biður eina apu og einn gullfisk kappast um at koma upp í toppin á einum træi.
Vónandi kann tykkara íkast hjálpa okkum politikarum at síggja hesar munir.
Túsund takk fyri tykkara arbeiði.”