18.12.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Barnahúsið tryggjar samskipaða tænastu og nýggja vitan um harðskap móti børnum

Barnahúsið tryggjar samskipaða tænastu og nýggja vitan um harðskap móti børnum

Royndirnar hetta fyrsta árið, Barnahúsið hevur virkað, eru sera góðar. Bæði børn, foreldur og starvsfólk eru fegin um, at førleikarnir at taka sær av børnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, nú eru savnaðir á einum stað.

Fremsta endamálið og størsta broytingin er júst, at børn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi ella harðskapi, nú fáa eitt gott heildartilboð á sama stað, nevniliga í trygga og hugnaliga Barnahúsinum”, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum er fegin um jaligu afturmeldingarnar.

19. desember er eitt ár síðani, Barnahúsið lat upp, og royndirnar eru góðar:

Barnahúsið hevur virkað sera væl, halda bæði børnini, avvarðandi og fakfólkini, ið brúka húsið”, sigur Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, sum rekur Barnahúsið.

Hon sigur, at størsta broytingin er, at hjálpin og viðgerðin eru savnað á einum stað:

Vit uppliva at tey, sum koma her, eru væl nøgd, serliga tí at børnini sleppa undan at fara hús úr húsi at geva somu frágreiðing, eins og kreppuhjálp eisini verður veitt. Her er hugnaligt og fjálgt at koma og tey kenna tað ikki, sum at tey koma til eina avhoyring - nakað sum kann vera sera ógvusligt, serliga hjá einum barni,” sigur hon.

Endamálið við Barnahúsinum er, at børnini skulu fáa eitt gott heildartilboð um hjálp og viðgerð á sama staði. Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar.

Virksemið í Barnahúsinum fevnir um at avhoyra barnið og kanna, um barnið hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa barnið og familjan kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum. Barnahúsið tryggjar, at førleikarnir at taka sær av kynsligum ágangi og øðrum harðskapi móti børnum, eru savnaðir á einum stað.

Nú Barnahúsið hevur virkað í eitt ár, ber til at koma við nøkrum fyribils uppgerðum. 45 mál eru hetta fyrsta árið viðgjørd í Barnahúsinum. Av hesum eru 25 barnahúsmál, harav 17 eru liðugt viðgjørd. Afturat hesum eru 20 ráðgevandi mál, har Barnahúsið hevur ráðgivið barnaverndartænastum kring landið, men har tað enn er óvist um talan verður um eitt barnahúsmál.

Av teimum 17 málunum, sum eru endað, snúgva átta mál seg um likamligan harðskap, sjey mál eru um kynsligan ágang, og tvey mál um kynsligan ágang og harðskap ella hóttan um harðskap.

Í alt hava 13 dreingir og fýra gentur sambært fráboðanunum verið fyri harðskapi. Fimm av hesum vóru í aldrinum 0-11 ár, meðan níggju vóru 12-17 ár. Í trimum málum er aldur ikki upplýstur. Tað eru 15 menn og tvær kvinnur, sum eru fráboðað at hava framt harðskapin.

Fyrst í komandi ári fer Barnahúsið at koma við eina neyvari uppgerð, tá ársfrágreiðingin verður gjørd og almannakunngjørd.

 

Fakta um Barnahús:

Barnahúsið virkar sum karmur um tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap.

Barnahús er skipan, sum er kend í londunum kring okkum. Longu í 1998 lótu tey upp Barnahúsið í Íslandi, sum er skipað eftir amerikonskum leisti, har tey hava havt sokallað Children’s Advocacy Centers síðani 1985. Íslendska Barnahúsið er víðagitið og fyrimynd hjá nógvum londum í Evropa. Í Danmark lótu fimm Barnahús upp 1. oktober í ár.

Barnahúsið verður formliga skipað við avtalu millum Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið, sum varðar av Barnaverndarstovuni. Barnaverndarstovan umsitur og rekur Barnahúsið.