17.01.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

- Barnarættindi ovast á politisku dagsskránna

"Tá eg hevði lagt bókina frá mær, gjørdist tað heilt greitt fyri mær, hvat mátti vera mítt persónliga politiska mál sum landsstýriskvinna í almannamál: At tryggja rættindi hjá børnum í Føroyum", sigur Annika Olsen landsstýrikvinna m.a. í tíðargrein.

-----

Nakrir dagar eftir, at eg varð sett sum landsstýriskvinna í almannamálum fekk eg høvi at hitta táverandi forkvinnu í danska barnaráðnum, Lisbeth Zornig Andersen. Í gávu frá henni fekk eg bókina ”Zornig”, sum hon sjálv hevði ritsjórnað um sítt egna lív. Eg brúkti jóladagarnar at lesa hesa lagnusøgu hjá Lisbeth, ein lagna við misbrúki, vanrøkt men eisini hepni við, at tað vóru fólk , sum hon var heppin at hitta, sum hjálptu henni víðari í lívinum. Tá eg hevði lagt bókina frá mær, gjørdist tað heilt greitt fyri mær, hvat mátti vera mítt persónliga politiska mál sum landsstýriskvinna í almannamál:

At tryggja rættindi hjá børnum í Føroyum. Søgan hjá Lisbeth er sterk, og tíverri ikki eitt eindømi. Tað finnast nógvar líknandi søgur og menniskjalagnur, og tíverri eru tað eisini mong føroysk børn, ið liva undir líknandi syrgiligum umstøðum, og her hava vit eina heilt serliga uppgávu at lyfta.

Altjóða barnarættindasáttmálin
í 1992 tóku Føroyar undir við barnarættindasáttmálanum, og í 2010 vóru vit til ta fyrstu próvtøkuna. Hóast onki var at finnast at á fleiri økjum vóru tað onnur øki, sum Føroyar fingu ábreiðslur fyri m.a.:

• Manglandi óheft barnaumboð, sum skal tryggja rættindi barnaanna, og at sáttmálin verður yvirhildin.

• Manglandi hagtøl fyri kynsliga misnýtt børn og nøktandi karmar til viðgerð av børnum, ið hava verið útsett fyri kynsligari misnýtslu.

• Fylgisáttmálin um barnaprostitutión og keyp og sølu av børnum

• Herd fráboðanarskylda var ikki sett í verk

• Manglandi hagtøl um barnafátækradømi.

• Frálæra um barnarættindasáttmálan

Hetta setti eg mær fyri miðvíst at bøta um næstu ferð Føroyar skulu til próvtøku í 2015, og her eru nøkur av teimum átøkunum, sum verða framd í næstum:

• Lóg um politiskt óheft barnaumboð kemur í Tingið í vár, sum skal vera talirør og umboð barnanna í Føroyum. Endamálið er eisini at tryggja rættindi hjá børnum og fylgja við, at Føroyar liva upp til altjóða sáttmálan um barnarættindi.

• Barnahús verður sett á stovn í ár, sum hevur til endamáls at tryggja kynsliga misnýttum børnum umframt børnum, ið verða útsett fyri kropsligan og sálarligan harðskap, nøktandi viðgerð, avhoyring, og hjálp og linna. Somuleiðis er endamálið eisini at fáa nøktandi hagtøl og innlit í, hvussu støðan er viðvíkjandi kynsligari misnýtslu av børnum í Føroyum.

• Fylgisáttmálin til barnarættindasáttmálan, ið er um barnaprostitión og keyp og sølu av børnum, er lagdur fyri Tingið.

• Herd fráboðanarskylda bleiv samtykt í vár, og kunningarártøk hesum víðvíkjandi hava verið, og í komandi døgum verður ein kunningarherferð kring landið um m.a. herdu fráboðanarskylduna.

• Heildarætlanin um harðskapi í parlagi er víðkað til eisini at fevna um børn, og átøkini í hesi heildarætlan verða nú stigvíst sett í verk.

• Hagtøl um barnafátækradømi eru fingin til vega og koma við í komandi frágreiðing til ST.

Hóast tað er langt á mál til vit kunnu siga, at øll børn í Føroyum hava tað gott, so eru batar at hóma og málið er, at vit hava bøtt um allar atfinningarnar, sum vit fingu í 2010 til komandi próvtøku í 2015.

Gamalt var at taka til ”at tungur er tigandi róður”, men róður, har øll andøva er sanniliga eisini tungur, tí skal mín vón og áheitan vera, at vit øll lyfta í felag til frama fyri rættindi hjá børnum í Føroyum.