12.04.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Betra um umstøðurnar hjá støkum við børnum

Eitt av tilmælunum í heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur er at tillaga skipanina við fíggjarligum fríplássi soleiðis, at stakir uppihaldarar ikki verða revsaðir fyri at fáa hægri løn. Annika Olsen, landsstýriskvinna, tekur undir við tilmælinum og fer nú undir at endurskoða skipanina í samstarvi við kommunurnar.

Í roynd og veru er skipanin við fíggjarligum fríplássi serliga ætlað støkum við børnum. Hon virkar soleiðis, at tey húski, sum hava inntøkur lægri enn 240.000 krónur um árið, fáa fult frípláss á dagstovnum. Er inntøkan hjá húskinum hægri enn 284.000 krónur um árið, rindar tú fult gjald at hava barnið á dagstovni

Ein lítil lønarhækking hevur tí við sær, at húski fara frá als ikki at rinda fyri dagstovn, til at rinda fult gjald. Tí kann ein lønarhækking í veruleikanum merkja, at eitt húski hevur færri pengar at ráða yvir. Eitt dømi:

Ein stakur námsfrøðingur við tveimum børnum í dagstovnaaldri, sum arbeiðir 30 tímar um vikuna, fær møguleikan at fara upp í fulla tíð. Tó at lønarinntøkan hjá húskinum hækkar við knøppum 4.000 krónum vil tøka inntøkan í hesum føri minka 500 krónur um mánaðin. Í viðmerking sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

- Skipanin við fíggjarligum fríplássi er í grundini ein góð sosial skipan, sum hjálpir fleiri, serliga støkum uppihaldarum, sum eru í fíggjarligari trongstøðu. Men hon kann gerast enn betur. Spennið frá at rinda fult gjald til einki gjald at rinda er alt ov stutt og tað hevur óhepnar avleiðingar fyri fólk. Tað kann ikki vera meiningin, at støk við børnum av fíggjarligum ávum verða læst føst at arbeiða niðursetta tíð ella lata vera at taka eitt meira hægri lønt starv.

Tað eru kommunurnar, ið umsita og bera kostnaðin av skipanini við fíggjarligum fríplássum og tí skulu broytingar gerast í einum tøttum samstarvi við kommunurnar. Landsstýriskvinnan hevur í dag reist málið á fundi við kommunufeløgini og verður spurningurin nú lýstur gjøllari, áðrenn ein endurskoðað skipan verður sett í verk.