20.04.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Betri umstøður til fólk við heilatilburði

Stig verða nú tikin til at betra um umstøðurnar hjá fólki við heilaskaða í Føroyum. Á játtanarkørmunum fyri komandi árini eru tilsamans 14,5 miljónir krónur settar av til ein nýggjan stovn til fólk við heilaskaða.

- Nýggi stovnurin er kærkomin, nú vit hoyra í miðlunum, at heili 100 føroyingar fáa ein heilatilburð um árið. Tað verður eitt stórt framstig hjá teimum føroyingunum, sum fáa ella hava fingið ein heilatilburð, at fáa ein stovn, sum verður bygdur til teirra tørv. Í nýggja stovninum verða millum annað búpláss, endurvenjing og umlæting.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hon leggur aftrat, at talan verður um ein stovn, sum millum annað skal hýsa fólki, ið hava fingið blóðtøpp á heilan, heilabløðing ella á annan hátt hava fingið skaða á heilan.

Sambært játtanarkørmunum, sum í løtuni verða viðgjørdir í løgtinginum, er hálv miljón sett av til nýggja stovnin komandi ár. Í 2014 og 2015 eru tilsamans 14 miljónir krónur játtaðar til endamálið.

- Nútímans karmarnir fara vónandi at gera sítt til, at fólk við heilatilburði við hjálp frá endurvenjing fara at koma seg skjótari og harvið fáa møguleikan at gerast virkin aftur í samfelagnum. Umframt búpláss, skal nýggi stovnurin eisini verða eitt veningar- og endurvenjingarstað hjá fólki við heilaskaða, ið búgva at heima, sigur Annika Olsen.