
Hetta staðfestir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum. Saman við kommununum hevur hon avgjørt at broyta gjøldini fyri heimatænastur.
Gjøldini verða broytt soleiðis, at inntøkumarkið fyri, nær pensjónisturin sjálvur skal rinda fyri heimatænastur, verður hækkað. Og frameftir skal tað ikki vera ein bági fíggjarliga hjá pensjónistum at vera gift.
Inntøkumarkið verður hækkað úr 15 túsund upp í 50 túsund krónur. Hetta merkir, at tey, sum hava lægstu inntøkurnar als ikki rinda fyri heimatænastur.
Munur verður frameftir heldur ikki gjørdur á giftum og ógiftum pensjónistum. Prísurin á heimatænastum fer sostatt ikki upp, hóast hjúnafelagin forvinnur pening.
Kunngerðin varð lýst í gjár, og broytingarnar koma í gildi 1. januar 2021.