Bøta um korini hjá pensjónistum, ið eru ringast fyri fíggjarliga

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 sett pening av til at bøta um korini hjá pensjónistum, sum eru ringast fyri fíggjarliga.
Sambært kanning av livikorunum hjá fólkapensjónistum, ið varð gjørd í juli 2010, varð staðfest, at parturin av fólkapensjónistum, sum hava trong fíggjarlig kor, er meira avmarkaður, enn vanliga verður sipað til. Hetta sama varð eisini staðfest í álitinum um fátækramark frá í mars í ár. Tað eru kortini pensjónistar í Føroyum, sum eru illa fyri fíggjarliga, og tað er eitt politiskt ynski at bøta um korini hjá hesum pensjónistum.
Rætturin til persónliga viðbót til pensjónistar verður víðkaður til tess at bøta um korini hjá teimum pensjónistum, sum er ringast fyri fíggjarliga. Viðbótin verður hon veitt eftir umsókn og latin, um ein ítøkilig tørvsmeting vísir, at pensjónisturin hevur serliga trupul kor. Reglurnar verða ásettar í kunngerð.
Árligu útreiðslurnar eru mettar til 1 mió. kr. og er játtanin hækkað samsvarandi í fíggjarlógar-uppskotinum fyri 2015.